Fyri 15. ferð hittust føroyingar, búsitandi í Sveis, til hugnaløtu í vøkrum umhvørvi nær við Luzern. Hesaferð vóru tað Annette og Jacob Schmidt sum skipaðu fyri.
Fyrireikararnir boða frá, at um tú býrt í Sveis ella kennir onkran, sum kundi hugsað sær at verið við næstu ferð, ert tú vælkomin at skriva til Aurelio Balbis 6054.rytcav(at)bluewin.ch og fáa fleiri upplýsningar.