Føroyingar ivast ikki hvønn vit skulu hoyra til

Tað eru bara trý prosent av føroyingum, sum halda, at tað er nakað negativt í tí

Radarin á Sornfelli er fremsta imyndin av Nato í Føroyum - og tað hevur ein meiriluti av føroyingum als einki ímóti

Hjá føroyingum er eingin ivi um, hvønn vit skulu hoyra til. Ein kanning hjá Fróðskaparsetrinum vísir nevniliga, at heili 71 prosent av føroyingum halda, at Føroyar skulu hoyra til vesturlendsku verjusamgonguna, Nato. Samstundis eru tað bara fimm prosent av føroyingum, sum halda, at vit skulu halda okkum frá Nato, men hinvegin eru tað 24 prosent, sum ikki hava nakra meining um hetta.

 

##med2##

 

Tað eru eisini 59 prosent av føroyingum, sum halda, at Nato er ein positivur felagsskapur og tað eru bara trý prosent, sum halda, at Nato er ein negativur felagsskapur. Hinvegin ery tað 25 prosent av fólkinum, sum ikki hava nakra ávísa meining um Nato og 13 prosent vita ikki.

 

Kanningin hjá Fróðskaparsetrinum vísir eisini, at annarhvør føroyingur, ella 50 prosent av okkum, halda, at vit skulu hava meiri samstarv við Nato enn vit hava nú og bara 10 prosent halda, at vit skulu samstarva minni við Nato enn vit gera nú, men so eru tað 40 prosent, sum ikki vita.

 

Les eisini: Meirilutin av føroyingum taka undir við hernaðar-radara í Føroyum

 

Radarin á Sornfelli er fremsta imyndin av Nato í Føroyum - og tað hevur ein meiriluti av føroyingum als einki ímóti