Føroyingar ósolidariskir

? Tá ið kreppan leikaði harðast fluttu føroyingar innistandandi pengar av landium. Skulu føroyingar hava sjálvstýri, mugu teir vera nógv meiri solidariskir og hugsa um heildina ístaðin fyri bara um seg sjálvan, sigur Ragnhild Sørensen, føroyingur og býráðslimur í Sorø kommunu í sambandi við, at samgonguskjalið leggur upp til sjálvstýri

? Samgonguskjalið er ikki annað enn eitt álit um, hvat ætlanin er at gera. Nógv av tí, sum tey hava sett sær fyri ber als ikki til at fremja í verki, tí tíðarramman er alt ov stutt, sigur Ragnhild Sørensen, býráðslimur í Sorø. Hon er ættað úr Kaldbak og fór niður til Danmarkar at búgva í 1959.

? At Landsstýrið ætlar at samráðast við danir í hesum árinum um donsk-føroysk viðurskifti er fínt, men at Føroyar frá 1. jan. næsta ár fáa staðfest føroyskan heimarætt, ber als ikki til, tí tað náa politikararnir als ikki at fáa ígjøgnum uppá so stutta tíð. Eg vil kalla samgonguskjalið eina »hensynserklæring«, tað vil siga eitt álit, sum sigur, hvat føroyingar kunnu hugsa sær. Men hvussu alt skal gerast og hvar búskapurin er í hesum, stendur einki um. Eitt er so vist og tað er, at tíðin fer ikki at halda. Løgfrøðiliga skal stórt arbeiði gerast og tað tekur nógv ár.

? Einki verður sagt um arbeiðpláss og sambært skjalinum er eingin framtíð í øðrum enn fiskivinnuni. Tað sama legði eg merki til undir valstríðnum, at valevni kravdu ymiskt, men tosaðu lítið um, hvagar pengarnir skulu koma. Tí vísir hetta akkurát einki, sigur Ragnhild Sørensen.


Hongur ikki saman

Um Landsstýrið fremur tær kollveltandi broytingarnar í ríkisrættarligu støðuni, sum miðað verður ímóti, hvussu fer framtíðin at síggja út?

? Tað er ringt at spáa um framtíðina. Samgonguskjalið hongur ikki saman, tí Landsstýrið vil hava skattin niður samstundis sum tað hevur lovað ávís ting, og tí gongur tað als ikki upp. Tað, sum teir ætla at gera á familjuøkinum til dømis, kostar eina dekans rúgvu av pengum. Teir tosa um oljuna, men tað ganga nógv ár, áðrenn oljan fer at geva nakað av sær, sigur Ragnhild Sørensen.

? Skulu Føroyar klára seg sjálvar verður tað sera trupult fíggjarliga. Føroyingar eru ógvuliga ósolidariskir. Tá ið kreppan var ringast fluttu teir pengar út av landinum. Tí skulu føroyingar vera nógv meiri solidariskir, skulu teir klára seg sjálvar. At vera solidariskur merkir jú, at tú ert noyddur til at býta virðini og at tú hugsar um heildina ístaðin fyri bara um teg sjálvan.

Siga vit, at samgonguskjalið leggur upp til eina loysing, hvussu verður so framtíðin í viðurskiftunum millum bæði londini?

? Føroyingar fara í øllum førum ikki at kunna vænta at fáa somu sømdir á útbúgvingarøkinum, sum nú, tá ið loyst verður. Norðmenn hava eina kvotu í Danmark, har eitt ávíst tal av fólki kann nema sær útbúgving. Tí rokni eg við, at Føroyar fáa eina kvotu. Á tann hátt verður eitt samstarv millum Norðurlondini, har man hevur eitt samstarv um at kvotera. Tá ið loysingin er har, eru rættindini hjá Føroyum burtur, og tá vera Føroyar ikki øðrvísi fyri enn Ísland, Noreg og onnur lond eru í mun til Danmark.

? Danmark er við í norðurlendska samstarvinum, men við tað, at ES fær alt størri ávirkan á danska samfelagið, trúgvi eg, at Danmark í størri mun fer at halla til ES enn til hini Norðurlondini. Verða Føroya sjálvstøðugar ? og kanska Grønland eisini ? so fer Danmark ikki at hava tann stóra áhugan norðanfyri. Hinvegin kann ES noyða danir, tí Europa Samveldið hevur áhuga í Norðurlondum av tí, at tað gevur nakað peningaliga um olja verður funnin í føroysku undirgrundini, og fyri ikki at gloyma ráevnini undir Grønlandi.

? Kensluligu bondini, familjubondini og onnur bond fara ikki at broytast hóast føroyingar taka loysing. Tað verður ikki øðrvísi enn í dag. Eg blívi við at vera føroyingur um Føroyar fáa loysing ella ikki. Hjá mær verður eingin broyting sum so.

? Eg føli als ikki, at Danmark er næsta sambandið hjá Føroyum. Ikki í hesum døgum. Danir eru púra líkasælir yvir fyri Føroyum og duga ikki at síggja, hvat Danmark hevur at gera í har. Orsøkin til, at viðurskiftini millum Danmark og Føroyar eru so køld, er klossuta framferðin hjá dønum mótvegis føroyingum. Teir hava taklað alt skeivt og hava ført hjálandapolitikk í eini tíð, tá ið tíðarandin hevur verið ímóti. Eg plagi at siga við danir, at teir vinna líka nógvar pengar burtur úr føroyingum sum øvugt.


Vánalig framferð

Síðani samgonguskjalið varð undirskrivað seinasta vikuskiftið hevur Poul Nyrup sagt í fjølmiðlunum, at hann er sinnaður at lækka rentuna á føroysku uttanlandsskuldini og at samráðingarnar kunnu takast upp fyrr enn ætlað. Eru danir bangnir fyri at føroyingar taka loysing?

? Nyrup er tað avgjørt. Føroyar hava ein týdningarmiklan strategiskan leiklut hjá dønum og teir rokna við, at nógv olja er í føroysku undirgrundini, sum teir eisini kunnu fáa ágóðan av. Danmark hevur havt stórt yvirskot av samhandlinum við Føroyar og er tað rætt sum sagt verður, at danir hava fingið nógvar pengar fyri NATO-støðirnar í Føroyum, so vinna teir pengar við at vera í ríkisfelagsskapi. Tí verður tað eitt tap fyri Danmark um Føroyar loysa og tí tekur Nyrup hetta nýggja til sín. Men nú rokni eg við, at tað er ov seint hjá honum. Eg skilji væl føroyingar, at teir vilja hava sjálvstýri. Poul Nyrup hevur tosað niður til føroyingar og framferðin hjá honum hevur víst, at hann als onga virðing hevur fyri føroyingum.

? Danska pressan eigur ein stóran leiklut í ringu viðferðini føroyingar hava fingið hjá dønum. Grønland fær nógv betri umtalu enn Føroyar og javnan eru sendingar í sjónvarpi um Grønlandi. Men fáa Føroyar umrøðu er tað um náttina. Føroyar raka teir ikki, vanligir danir hava ongan áhuga fyri tí, ið fer fram í Føroyum og vita einki um landið.

? Tá ið eg flutti niður til Danmarkar fyri 40 árum síðani føldi eg meg eitt sindur løgnan. Eg kom í eina góða familju og havi fingið loyvi til at vera føroyingur. Sum so havi eg ikki merkt til nakra ringa viðferð, hóast eg eri so nógv føroyingur. Men tað eru føroyingar niðri, sum sleppa øllum tí føroyska, og sum halda, at man ikki skal vera føroyingur, tá ið man býr í Danmark. Teimum møti eg av og á, sigur Ragnhild Sørensen at enda í viðtali.