Føroyingar sleppa eisini til HM

Fótbóltur: Áhugaðir føroyingar kunnu keypa atgongumerki til dystirnar í HM-endaspælinum í Fraklandi gjøgnum FSF

 

Fótbóltsáhugaðir føroyingar, sum hava ætlanir um at fara til HM-endaspælið í Fraklandi næsta summar, hava møguleika at skaffa sær atgongumerki til allar dystirnar gjøgnum Fótbóltssamband Føroya.

Tað er longu fleiri føroyingar, sum hava vent sær til FSF, fyri at fáa teir at skaffa atgongumerki til ávísar dystir í endaspælinum, og fyrstu bíleggingarnar hjá FSF eru longu sendar høvuðsskrivstovuni hjá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA í Zürich.

Sum luttakari í HM-undankappingini sleppur eisini føroyska fótbóltssambandið fram at teimum nógv ynsktu atgongumerkjunum til HM-endaspælið.

­ Vit eiga onga ávísa kvotu ella tal av atgongumerkjun til hvønn dystin, men vit kunnu bíleggja okkum tey atgongumerkini, sum vit hava brúk fyri, og so ger FIFA av, um vit kunnu fáa okkara ynski eftirlíka, sigur Ísak Mikladal, sum er aðalskrivari í FSF.

FSF hevur áður bílagt atgongumerki til EM og HM-endaspøl, og hvørjaferð hava teir fingið øll atgongumerkini, teir hava biðið um. Tað hongur saman við, at parturin, sum Føroyar skal hava, er so lítil av tí samlaða eftirspurninginum, at tað ynskini verða eftirlíkað okkum.


Skal bíleggjast

sum skjótast

Í skrivi, sum FIFA hevur sent FSF fyri viku síðani, verður gjørt greitt, at talið av atgongumerkjum til teir ymsu dystirnar eru avmarkaðir, og at tað verður ikki avgjørt fyrr enn allar bíleggingarnar eru komnir inn, hvussu nógv hvør fær. FIFA hevur fingið 20% av samlaðu atgongumerkjunum at ráða yvir, og tað eru hesi, sum verða býtt út til tey ymsu sambondini.

Helst hevur FIFA okkurt innanhýsis skjal at ganga eftir, tá býtingin skal gerast, men hetta kennir FSF einki til. Men tað er stórur uggi hjá teimum, sum ætla sær avstað, at tað ongantíð áður hevur verið trupulleiki at fingið júst tey atgongumerkini, sum føroyingar hava ynskt sær.

Teir føroyingar, sum ætla at bíleggja sær atgongumerki til teir ymsu dystirnar, skulu gera tað áðrenn 10. januar, tá FSF skal senda endaligu bíleggingarnar avstað til FIFA.

Í blaðnum í dag hava vit yvirlit yvir allar dystirnar í endaspælinum, teir hava fingið hvør sítt nummar, og hesi nummur kunnu fólk uppgeva, tá tey senda FSF bíleggingar. Bíleggingarnar skulu verða skriftligar og kunnu sendast við posti ella við faxi.

FIFA hevur sett prísir á atongumerkini, og teir hava vit eisini tikið við í yvirlitið. Tað kostar sum vera man flest pengar at fara til fyrsta dystin og teir seinastu dystirnar, tá avgerin um HM-heitið verður tikin á leikvøllunum í Fraklandi.


Ymiskir prísir

Tey, sum hava verið til dystir uttanlands, vita, at prísirnir til ein dyst á slíkum støði eru ymiskir, alt eftir hvussu gott pláss tú vilt hava, og soleiðis er eisini í endaspælinum í Fraklandi. Í yvirlitinum yvir dystirnar hava vit sett upp prísirnar til tey bestu plássini og hini plássini.

Skalt tú til fyrsta dystin, sumer millum Brasilia og Skotland, og sum verður spældur Saint Denis mást tú gjalda yvir 1400 krónur fyri bestu plássini og umleið 225 fyri tey bíligastu.

Tá komið verður fram til seianstu og avgerðandi dystirnar í kappingini, fara prísirnir upp í loft aftur. Meðan tað ber til at sleppa til innleiðandi dystirnar fyri undir 200 krónur, mást tú í minsta lagi gjalda 340 krónur fyri eina semifinalu og 400 krónur fyri finaluna. Skalt tú hava gott pláss til finaludystin, sum verður í Saint Denis mást tú av við yvir 3300 krónur.

Prísirnir, sum eru uppgivnir í yvirlitum eru franskir frankar, og í løtuni eru kursurin á honum umleið 113.


Danmark

serligan áhuga

Tað eru helst dystirnir hjá danska landsliðnum, sum hava serligan áhuga hjá føroyingarum, men skalt tú fylgja dansa landsliðnum, mást tú verða til reiðar at ferðast nóg, tí lagt verður fyri har norðuri og næsti dysturin er heilt har suðuri.

Danmark leggur fyri í Lens 12. juni, tá spælt verður ímóti Saudi Arabia. 18. juni verður spælt móti Suðurafrika í Toulouse, og seinasti innleiðandi dysturin er móti Fraklandi í Lyon 24. juni.

Skuldi hugurin verið at steðga eftir í Lens eftir fyrsta danska dystin, koma lond sum Kroatia, Týskland, Spania, Bulgaria og Jugoslavia eisini fram við har, umframt at ein 1/8 finala eisini verður í býnum.


Nr.StaðDatoDystur1. prísur2. prísur3. prísur4. prísur

1St. Denis10/6Brasilia-Skotland1250850500200

2Montpellier10/6Marokko-Noregi350250145

3Toulouse11/6Cameroun-Eysturríki350250145

4Bordeaux11/6Italia-Chile350250145

5Lens12/6Saudi Arabia-Danmark350250145

6Marseille12/6Frakland-Suðurafrika350250145

7Montpellier12/6Paraguay-Bulgaria350250145

8St. Denis13/6Hollan-Belgia350250185145

9Lyon13/6Suðurkorea-Mexico350250145

10Nantes13/6Spania-Nigeria350250145

11Lens14/6Jamaica-Kroatia350250145

12St. Etienne14/6Jugoslavia-Iran350250145

13Toulouse14/6Argentina-Japan350250145

14Paris15/6Týskland-USA350250145

15Lyon15/6Rumenia-Columbia350250145

16Marseille15/6England-Tunis350250145

17Bordeaux16/6Skotland-Noregi350250145

18Nantes16/6Brasilia-Marokko350250145

19St. Etienne17/6Chile-Eysturríki350250145

20Montpellier17/6Italia-Cameroun350250145

21St. Denis18/6Frakland-Saudi Arabia350250185145

22Toulouse18/6Suðurafrika-Danmark350250145

23Paris19/6Nigeria-Bulgaria350250145

24St. Etienne19/6Spania-Paraguay350250145

25Marseille20/6Holland-Suðurkorea350250145

26Bordeaux20/6Beliga-Mexico350250145

27Nantes20/6Japan-Kroatia350250145

28Paris21/6Argentina-Jamaica350250145

29Lens21/6Týskland-Jugoslavia350250145

30Lyon21/6USA-Iran350250145

31Montpellier22/6Columbia-Tunis350250145

32Toulouse22/6Rumenia-England350250145

33St. Denis23/6Italia-Eysturríki350250185145

34St. Etienne23/6Skotland-Marokko350250145

35Marseille23/6Brasilia-Noregi350250145

36Nantes23/6Chile-Cameroun350250145

37Lens24/6Spania-Bulgaria350250145

38Lyon24/6Frakland-Danmark350250145

39Toulouse24/6Nigeria-Paraguay350250145

40Bordeaux24/6Suðurafrika-Saudi Arabia350250145

41Paris25/6Belgia-Suðurkorea350250145

42St. Etienne25/6Holland-Mexico350250145

43Montpellier25/6Týskland-Iran350250145

44Nantes25/6USA-Jugoslavia350250145

45St. Denis26/6Rumenia-Tunis350250185145

46Lens26/6Columbia-England350250145

47Lyoun26/6Japan-Jamaica350250145

48Bordeaux26/6Argentina-Kroatia350250145

49Paris27/62. umfar (1A-2B))500300200

50Marseille27/62. umfar (1B-2A)500300250200

51St. Denis28/62. umfar (1D-2C)500300200

52Lens28/62. umfar (1C-2D)500300200

53Montpellier29/62. umfar (1F-2E)500300200

54Toulouse29/62. umfar (1E-2F)500300200

55St. Etienne30/62. umfar (1H-2G)500300200

56Bordeaux30/62. umfar (1G-2H)500300200

57St. Denis3/7Fjórðingsfinala (V50-V52)750490350250

58Nantes3/7Fjórðingsfinala (V49-V51750490250

59Lyon4/7Fjórðingsfinala (V53-V56)750490250

60Marseille4/7Fjórðingsfinala (V54-V55)750490250

61Marseille7/7Semifinala (V57-V59)18501150300

62St. Denis8/7Semifinala (V58-V60)18501150800300

63Paris11/7Dystur um 3. pláss (T61-T62)500300200

64St. Denis12/7Finalan (V61-V62)29501750950350

Prísirnir eru uppgvinir í fronskum frankum. Í gjár var kursurin 113