Føroyingar tjena yvir eina milliard uttanlands

Seinastu átta árini eru inntøkan hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, hækkað heili 113 prosent

Lønarinntøkan hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, er nú farin upp um eina milliard.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Hagstovan sigur, at nú er lønarinntøkan, føroyingar fáa úr útlondum, komin upp í 1.025 milliónir krónur.

 

- Síðani 2005 eru lønarinntøkurnar uttanlands vaksnar heili 113%, sigur Hagstovan.

 

Hon sigur, at frá 2011 til 2012 var broytingin sera stór.

Hetta árið vuksu lønarinntøkurnar 21 prosent, samstundis sum lønarútreiðslurnar bara vuksu seks prosent.


 

- Síðani 2005 eru lønarútreiðslur til útlendingar, ið arbeiða í Føroyum,  hækkaðar 79 prosent, og í dag eru tær 196 milliónir krónur, aftur ímóti 110 milliónum í 2005.

 

- Størsti parturin av lønarútreiðslunum í Føroyum fóru gjøgnum FAS-skipanina ella umvegis kolvetnisskattalóggávuna.

 

- Størsti parturin av lønarinntøkuni úr útlondum kom úr Noregi og Danmark.

 

- Í Noregi arbeiða nógvir handverkarar, eitt nú elektrikarar, timburmenn, rørsmiðir, maskinsmiðir, umframt yvirmenn í NIS-skipanini.

 

- Í Danmark arbeiða eisini nógvir føroyingar, ið ferðast ímillum, umframt at nógvir yvirmenn eru við skipum í DIS-skipanini.

 

- Afturat hesum arbeiða nógvir føroyingar í frálandavinnuni aðrastaðni enn í Noregi.

 

Hagstovan upplýsir frá TAKS at tað eru einir 2.000 føroyingar, ið arbeiða uttanlands, men eru búsitandi í Føroyum.

Talvan vísir, hvussu nógv føroyingar tjena uttanlands og, hvussu stórar útreiðslur eru av útlendingum, sum arbeiða í Føroyum, og hvussu stórur munurin er. Tað sæst, at føroyingar forvinna nógv meiri uttanlands, enn útlendingar tjena í Føroyum