Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, hevur sagt, at føroyingar eiga at fáa endurgjald fyri bankahandilin.
Hann fær stuðul frá Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, sum tó heldur, at forsætisráðharrin má leiða samráðingar um støddina á endurgjaldinum.
Tei báðir hava enn ikki sagt, hvør endaliga skal standa til svars fyri tí, sum hent er.
Men tað hava onnur verið skjót at gjørt vart við.
Tann fyrsti, sum alment var úti við eini viðmerking, var Frank Aaen, fólkatingslimur hjá Eindarlistanum.
Hann segði longu tá frágreiðingin varð almannakunngjørd í Løgmálaráðnum seinnapartin fríggjadagin, at Den Danske Bank átti at fáa endurgjaldskrav. Og hann mælti donsku stjórnini til at hjálpa føroyingum við hesum.
Og hann segði eisini, at Fíggjareftirlitið var tann heilt stóri banditturin í hesum spælinum. Heilt afturi frá Schlütersa døgum, segði Frank Aaen.
Í sama rokinum kom Kirsten Jacobsen úr Framburðsflokkinu við síni meting av frágreiðingini.
Hon helt als ikki, at grundarlag var fyri nøkrum sum helst endurgjaldi.
Kirsten Jacobsen segði við Sosialin, at tað var eingin ivi um, at Fíggingargrunnurin frá 1992 - tað var hann hjá Richardi Mikkelsen & Co. - visti av, at teir keyptu eitt hol í jørðini, sum hon málbar seg.
Tað skal eingin koma og siga, helt Kirsten Jacobsen, at so professionellir og durkdrivnir menn sum eitt nú ein fyrrverandi tjóðbankastjóri ikki vistu, hvat tað var, teir handlaðu við. Og hon rak eisini fram undir, at tað var betri samstarv millum Fíggingargrunnin og Den Danske Bank, enn kanska gott var.
Kirsten Jacobsen var eisini úti við kustinum og vildi sópa stjórnina av vegnum beinanvegin.
Hon legði stjórnina undir at hava hildið føroyingar undirinformeraðar, og eins slík stjórn eigur ikki at verða sitandi í fimm minuttir afturat, segði hon.
Eisini teir størru, borgarligu andstøðuflokkarnir, Vinstriflokkurin og Konservativi Fólkaflokkurin vilja leggja stjórnina hjá Poul Nyrup Ramsussen undir at hava alla skuldina av tí, sum hent er.
Men hvørki Uffe Ellemann-Jensen, vinstrahøvdingi, ella Per Stig Møller, konservativur formaður, vilja koa inn á endurgjald soleiðis beinanvegin.
Men Uffe Ellemann-Jensen var heldur enn ikki fortørnaður inn á Frank Aaen frá Eindarlistanum, tí at hesin bara legði alla skuldina á størsta danska bankan, Den Danske Bank.
Men samstundis tóktust bæði Uffe Ellemann-Jensen og Per Stig Møller at ásanna, at tað verður rættiliga torført at fáa meiriluta í Fólkatinginum fyri einum misáliti á stjórnina, orsakað av hesi frágreiðingini.
Tað hava sjálvandi eisini verið gjørdar viðmerkingar av øðrum enn politikkarum í Danmark fríggjakvøldið.
Bæði Danmarks Radio TV og TV2 hava egnar eygleiðarar á Christiansborg. Og teir tykjast samdir um, at Nyrupstjórnin fer ongan veg av hesum.
Kaare R. Skou frá TV2 helt í tíðindasendingini stutt eftir, at frágreiðingin var komin fríggjakvøldið, at har var nógv politiskt orðaskvaldur, men at tað fór onga ávirkan at fáa.
Lise Lyck, lektari við Handilsháskúlan í København, sigur, at hon hevur ongantíð fyrr sæð so lemjandi ákoyringar á ein almennan stovn, sum tann, Fíggjareftirlitið hevur fingið í hesi frágreiðingini.
Lise Lyck sigur, at tað er harður lesnaður at síggja, at samstarvið millum Fíggjareftirlitið og Den Danske Bank var so gott, at Den Danske Bank visti um vánaligu fíggjarstøðuna hjá Sjóvinnubankanum 14 dagar, áðrenn leiðslan í Sjóvinnubankanum visti tað.
Í tíðindunum hjá TV2 tók Uffe Ellemann-Jensen upp aftur tað, sum sagt varð hóskvøldið, at Mogens Lykketoft skuldi hava biðið Fíggjareftirlitið skundað sær spakuliga.
Til hetta svaraði Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, at tað var beinleiðis ósatt, og at einki sum helst var í frágreiðingini, sum gav grundarlag fyri slíkum pástandum.
Men Mogens Lykketoft ásannaði, at føroyingar eiga endurgjald. Eisini frá Den Danske Bank, tók hann afur í aftur.
Beint eftir, at bankafrágreiðingin var almannakunngjørd, fullu partabrøvini í Den Danske Bank á partabrævamarknaðinum.