Tað bleiv Jórun Mørkøre, sum endaði á fremsta plássi í kappingini Natural Power Fitness, sum fór fram í dag í Randers í Danmark.
Á einum øðrum plássi endaði Árna Fjallstein, og hjá monnum bleiv David Arge Galán somuleiðis nummar tvey.
Tey trý stóðu seg sera væl í innleiðandi umfarinum, sum var seinnapartin, og eisini gekk væl í finaluni, sum fór fram í kvøld.
Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri eini slíkari kapping í Danmark. Undirtøkan hevur verið stak góð, og tískil er ikki óhugsandi, at kappingin verður aftur næsta ár.
Les eisini Øll trý eru í finaluni