– Vit eru takksom fyri hjálpina úrÍslandi. Vit eru í Íslandi nú og hava fingið eina fantastiska hjálp frá øllum, sigur Heidi I. Tvørfoss, sum hevur verið í Ísrael við danska kristna hjálparfelagsskapinum »Ordet & Israel«, saman við manninum Erland Tvørfoss, Kartin Høgnesen og Durita og Dávid Dam Jacobsen.
Tey vóru í Jerusalem, tá Hamas leyp á Ísrael leygarmorgunin við at senda fleiri túsund rakettir inn í landið.
Í gjár fingu tey boð um, at tey kundu sleppa heim við einum íslenskum ferðalag. Ísland hevði sent eitt flogfar hjá Icelandair til Amman í Jordan at heinta teir 80 íslendingarnar – og við samskifti millum føroysku og íselndsku sendistovuni í Ísrael kom tað í lag, at teir fimm føroyingarnir kundu sleppa til Íslands við íslendska flogfarinum.
– Vit kanna nú møguleikarnar at sleppa heim, sigur Heidi I. Tvørfoss úr Íslandi.
##med2##
##med3##