Føroyingur stýrisformaður í NAPA

Bergur Berg skal standa á odda fyri norðurlendska mentanarstovninum í Grønlandi

NAPA, sum er mentanarstovnur undir Norðurlendska ráðharraráðnum og hevur sæti í grønlendska mentanarhúsinum KATUAQ, hevur nú skipað seg við Bergi Berg ú Føroyum sum stýrisformanni.

 

Ein av høvuðsuppgávunum hjá NAPA er at byggja brýr ímillum Grønland og Norðurlond, við at stuðla og birta undir mentanarvirksemi.

 

- Á fundi í síðstu viku skipaði stýrið fyri NAPA seg við Bergi Berg sum formanni. Bergur  er í starvi sum fulltrúi í Mentamálaráðnum og hevur umboðað Føroyar í stýrinum í nøkur ár.

 

- Norðurlandaráðið velur stýrið fyri tvey ár í senn. Í stýrinum eru fimm fastir limir og tríggir tiltakslimir, ein úr hvørjum av teimum fimm norðurlondunum og teimum trimum londunum við sjálvstýri.

 

- NAPA er virkin sum stuðul og íverksetari í grønlendska mentanarlívinum. Listafólk úr øllum norðurlondum, eisini úr Føroyum, hava verið við í tiltøkum í Grønlandi, ella í tiltøkum um Grønland, sum NAPA hevur stuðlað ella staðið fyri.

 

- NAPA leggur dent á at stuðla mentanartiltøkum, sum varpa ljós á Grønland í norðurlondum og grannaøkjunum, ella sum varpa ljós á norðurlond og grannaøkini í Grønlandi, umframt tiltøk fyri børn og ung í Grønalndi. 

 

Mats Bjerde úr Svøríki er stjóri í NAPA, har tvey onnur fólk arbeiða.

Raksturin, ið fyrst og fremst er stuðul til mentanartiltøk, ella tiltøk sum NAPA sjálvur stendur fyri,  er nakað omanfyri sjey milliónir um árið.