Føroysk borðtennisfólk til Íslands at kappast

Borðtennis: Íslendingar hava boðið føroyingum við til kapping í Íslandi

Borðtennissamband Føroya er boðið til Íslands 22. november at luttaka í eini kapping, sum íslendska sambandið skipar fyri í sambandi við, at BTÍ í ár hevur 25 ár á baki.

Talan er um tvey 2-mans landslið hjá monnum og eitt hjá kvinnum. BTSF hevur gjørt av at taka ímóti innbjóðingini, men ikki er enn endaliga greitt, hvør fer at manna landsliðini.

Farið verður avstað til Íslands fríggjadagin 21. november, og komið verður aftur mánadagin 24.

Talan verður um eina 3-landa kapping, tí eisini Skotland er boðið við, og koma teir somuleiðis við tveimum 2-mansliðum og einum kvinnuliði. Liðkappingin verður leygardagin 22. november og sunnudagin verður so ein opin kapping.

BTSF hevur annars havt eitt landsliðssamstarv við íslendingar í fleiri ár, og í vár vóru íslendingar í Føroyum við 5 landsliðum. Ætlanin er, at føroyingar skulu til Íslands komandi vár sum ein liður í hesum samstarvi.