- Hóast fáment hava granskararnir á Fiskaaling megnað at gjørt vart við seg í granskingarumhvørvum uttanlands. Vit hava megnað at vent tí - at vit eru fáment - okkum til fyrimunar og framleiða tvørfakliga gransking, ið ger, at vit á ávísum økjum eru millum heimsins fremstu.
Tað sigur Fiskaaling í síni seinastu og nýggjastu útgávu av Alitíðindum, sum kom út í samband við aliráðstevnuna herfyri.
- Tætt samstarv við vinnuna og stutt strekki til alibrúk hava í summum førum verið avgerandi fyri granskingina. Nøkur av okkara slóðbrótandi úrslitum eru komin av, at vit eru sloppin út á alibrúk at gera okkara granskingararbeiði - júst tá tað hevur verið neyðugt og komin út á alibrúkini, hava vit fingið holla hjálp og vælvild.
Víst verður á, at árliga aliráðstevnan og mánaðarligir lúsafundir millum vinnuna og Fiskaaling gera, at tað er skjótt og lætt at kunna vinnuna um tey úrslit, ið koma burtur úr verkætlanum.
- Á lúsafundunum verður vitanin løgd fram so skjótt, hon er fingin til vega, og ofta áðrenn greiðar niðurstøður eru gjørdar. Vinnan kemur við hugskotum og royndum sínum og er við hesum eisini við til at skapa verkætlanir, ið verða framdar á Fiskaaling.
Lagt verður aftrat, at tað, at granskarar í Føroyum hava so tætt samstarv við vinnuna, ger, at bæði gransking framd í Føroyum og uttanlands kann verða miðlað lætt og smidliga til vinnuna.
- Dømi um granskingarúrslit, ið vinnan hevur tikið til sín í nýggjari tíð, eru: 1) Betri atlit til rák við staðseting av ringum, 2) Flyting av aling longur út á firðirnar og 3) Reinsing av fóðri fyri PCB og dioxin.
Fiskaaling vísir á, at summar verkætlanir viðvíkjandi lús í alingini, ið eru framdar ella eru í gongd á Fiskaaling, eru: 1) Útskifting og lúsagongdin, 2) Útbreiðsla av lúsayngli kring alibrúk og á firðum og 3) Evnafrøðilig niðurberjing av laksalús og royndaraling av rognkelsum til lívfrøðiliga niðurberjing av lús.