Føroysk ítróttar­søga er skriv­að: FØR­OY­AR ERU Í U21 HM HÁLV­FIN­AL­UNI

Føroyar vunnu 35-33 á Slovenia í fjórðingsfinaluni

Mynd: IHF

Stór og glæsilig føroysk ítróttarsøga er skrivað í kvøld. Føroysku U21-manslandsliðið vann 35-33 á Slovenia í HM-fjórðingsfinaluni, og skulu spæla HM-hálvfinalu móti Portugal.

 

Í steðginum vóru Føroyar á odda 19-13. Seinni hálvleikur var strævnari at koma ígjøgnum. Slovenar tóku Óla Mittún úr spælinum við mansverju stóran part av seinna hálvleiki, og menn máttu stríðast fyri sigrinum. Men tað bar á mál. Støðan var 34-33 til Føroyar, tá Rókur Ziskason skoraði til 35-33. Beint aftaná diskaði Aleksandar Lacok upp við bjarging nummar 15, og so kundu føroyingar stórfegnast saman við fantastisku føroysku fjepparunum í Sosnowiec. 

 

Alaksandar "Sasja" Lacok var væl uppiborið kosin at vera dagsins leikari. 

 

Føroyar skoraðu 35 mál upp á 47 málmøguleikar. Slovenia skoraði 33 mál upp á 49 málmøguleikar. 

 

Málskjúttar: Ísak Vedelsbøl 10/13, Óli Mittún 6/10, Niklas Gaard 5/6, Høgni Heinason 4/5, Trúgvi Hávardsson 3/3, Høgni Højsted 3/4, Rókur Ziskason 2/2, Sofus í Selvindi Nattestad 2/2. 

 

Fyri tveimum árum síðani rukku bæði U21-landsliðið, og hetta U21-landsliðið, ið tá var U19-landsliðið HM-fjórðingsfinalunum. Nú hevur hetta U21-landsliðið, sum tað fyrsta føroyska hondbóltslandsliðið nakrantíð rokkið einari hálvfinalu í einum endaspæli.

 

Føroyar spæla HM-hálvfinalu móti Portugal í Sosnowiec í annaðkvøld klokkan 20. Tað má vera fólkakrav, at KVF syrgir fyri at vísa dystin. Portugal vann fyrr í dag 30-26 (13-13) á Egyptalandi. 

 

Í hinari hálvfinaluni, ið verður leikt í Katowice verður grannauppgerð millum Danmark og Svøríki. Svøríki vann 32-26 (16-14) á Týsklandi, og Danmark vann 25-23 (11-11) á Noregi.

 

Finalan verður leikt í Katowice sunnudagin klokkan 18.30, og bronsudysturin verður leiktur sama dag klokkan 16. 

 

Mynd: IHF