Føroyska alingin dálkar líka illa sum ein millión fólk

- Tað vísa kanningar aðrastaðni, men í næstu viku verður úrslitið av kanningum í Føroyum løgd fram

Verða kanningar, sum eru gjørdar í Noregi, brúktar sum grundarlag, dálkar føroyska alivinnan líka illa sum ein millión fólk.

Í næsta fríggjadag, tann 19. juni, skipar Føroya Fróðskaparfelag fyri almennum fyrilestrum um alivinnuna í Føroyum, um, hvussu illa hon dálkar og hvørji árin nýtslan av heilivági fyri laksalús hevur á náttúru og onnur dýr.

Men tey fara eisini at umrøða, hvussu vit kunnu skipa alivinnuna framyvir, so at hon dálkar umhvørvið sum minst.

Í einum uppleggi til fyrilestrarnar vísir Fróðskaparfelagið á, at fóður, sum fiskurin ikki etur, og skarn, søkka til botns og dálka umhvørvið á staðnum.

Eftir útrokning hjá norska umhvørvismyndugleikanum er útlátið frá einum alibrúki, sum framleiðir 3.100 tons av fiski, líka stórt sum útlátið frá einum býi við 50.000 fólkum.

- Føroyska alivinnan framleiðir eini 70.000 tons av fiski um árið. Tað vil siga, at samlaða útlátið av tøðevnum frá alivinnuni svarar til útlátið frá einari millión fólkum, sigur Fróðskaparfelagið.