Føroyska ferðavinnan væl umboðað á Vestnorden Travel Mart

Eini 20 umboð fyri føroysku ferðavinnuna eru í hesum døgum í Rekjavík á stórari ferðavinnustevnu.

Eini 20 umboð fyri føroysku ferðavinnuna eru í Reykjavík í hesum døgum, á stóru ferðavinnustevnuni Vestnorden Travel Mart 2014.

 

Føroysku umboðini eru frá 62° Norður, Atlantic Airways, GreenGate Incoming, HK Bussar, Hotel Føroyar, Hotel Hafnia, Hotel Streym, Make Travel, NATA, Smyril Line, Kunningarstovunum og Visit Faroe Islands.

 

Hetta er 29. ferðin at skipa verður fyri Vestnorden Travel Mart. Stevnan verður hildin annaðhvørt ár í Íslandi og fjórða hvørt ár í Grønlandi og Føroyum. Ferðavinnuskrivstovur og –veitarar koma úr øllum heiminum at síggja, hvat londini í útnorðri hava at bjóða ferðafólki.

 

Veitarar koma úr Avstralia, Eysturríki, Belgia, Kanada, Kina, Tjekkia, Danmark, Fraklandi, Týsklandi, Grønlandi, Ungarn, Íslandi, Italia, Japan, Litauen, Hollandi, Noregi, Rumenia, Russlandi, SuðurKorea, Spania, Svøríki, Sveist, Stóra Bretlandi og USA.

 

Tað er NATA, North Atlantic Tourism Association, ið skipar fyri stevnuni.

 

Komandi ár verður ráðstevnan hildin í Føroyum.