Nú er tíðin búgvin til, at føroyska flaggið sleppur at veittra undir liðini á øllum hinum á olympisku leikunum. Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og nú hevur hann sent altjóða olympisku nevndini, IOC, eina almenna áheitan um at játta Føroyum limaskap
– Føroysk ítróttarfólk eiga at sleppa at kappast undir okkara egna flaggi á olympisku leikunum, sigur løgmaður í almennu áheitanini á IOC.
Hann vísir á, at síðan OL í Beijing í 2008, hava fýra føroyingar, uppvaksnir í Føroyum, verið við á olympiskum leikum. Her vísir hann til Katrin Olsen, sum kappaðist í Beijing í 2008, Pál Joensen, sum kappaðist á olympisku leikunum í London og í Rio de Janeiro. Og hesa ferð var tað Sverri Sandberg Nielsen and Johan á Plógv Hansen.
Hann sigur, ast hetta ber boð um, at støði á føroyskum ítrótti er høgt, og í summum førum í heimsklassa, og at føroysk ítróttarfólk kunnu gera seg galdandi á olympisku leikunum.
Løgmaður vísir eisini á, at Føroyar hava limaskap í øðrum altjóða ítrótti, eitt nú í altjóða paralympisku nevndini IPC og altjóða fótbóltssamgonguni FIFA.
– Tí er tíðin nú búgvin til, at IOC broytir fatan, og at føroyska flaggið eisini verður at síggja á olympiskum leikvøllum, heldur hann.