Føroyska toskakvotan í Grønlandi minkar eitt vet

Føroyska toskakvotan og svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi minka við ávikavist 150 og 50 tonsum, og hjáveiðikvotan av kalva minkar við 25 tonsum

 

Føroyar og Grønland gjørdu hin 3. desember avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2026, og samráðingarnar vóru í Nuuk.

 

Úr landsstýrinum verður sagt, at avtalan inniber smærri lækkingar í kvotunum á báðum síðum. 

 

Føroyar lata Grønlandi svartkjaft og norðhavssild at fiska í føroyskum sjógvi, har svartkjafturin er bulurin í avtaluni. Sambært vísindaliga tilmælinum lækkar heildarkvotan av svartkjafti við 41% í 2026.

 

- Hetta ávirkaði samráðingarnar, sum eisini bóru brá av, at Grønland ynskti ikki at økja um kvotuna av norðhavssild í føroyskum sjógvi, sum sambært vísindaliga tilmælinum hækkar við 33% í 2026.

 

Úrslitið gjørdist, siga tey í landsstýrinum, at grønlendska kvotan av norðhavssild stendur í stað við 4.900 tonsum, meðan grønlendska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi minkar við 3.350 tonsum.

 

- Harumframt minkar atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska svartkjaftakvotuna, sum Grønland hevur í NEAFC- økinum, í føroyskum sjógvi við 3.217 tonsum.

 

Tillagingar eru eisini í kvotunum hjá føroyskum skipum í grønlendskum sjógvi.

 

- Brosmukvotan, sum hevur verið misjavnt gagnnýtt seinastu árini, minkar við 200 tonsum. Føroyska toskakvotan og svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi minka við ávikavist 150 og 50 tonsum, og hjáveiðikvotan av kalva minkar við 25 tonsum.

 

Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2026 kunnu fiska tilsamans 2.350 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 25 tonsum av kalva sum hjáveiðu, og brosmukvotan verður 175 tons.

 

- Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi verða 275 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi.

 

Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2026 verða 4.900 tons av norðhavssild og 20.400 tons av svartkjafti. Eisini fær Grønland atgongd til føroyskan sjógv at fiska grønlendsku svartkjaftakvotuna í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum, sum er 4.597 tons.

 

Arbeitt hevur verið við at dagføra rammuavtaluna um fiskiveiði millum Føroyar og Grønland. 

 

- Hetta arbeiðið er nú við at verða undir landi. Londini eru samd um at miða eftir at skriva undir nýggju rammuavtaluna í Føroyum á vári 2026, verður sagt í landsstýrinum.