Tað vísa tølini frá Akstovuni, sum hevur gjørt upp søluna av nýggjum bilum higartil í ár.
Í Føroyum eru 27.908 persónbilar. Av teimum eru 16.530 bensin, 8.665 eru diesel og 2.787 eru elbilar. Tað svarar til 10 prosent.
Seinasta mánaðin er talið av elakførum vaksið við 77. 74 teirra vóru elpersónbilar, 2 vóru elvørubilar og 1 elprutl.
Við ársbyrjan var talið av elpersónbilum 1.642. Tað svaraði tá til 5,9 prosent av øllum persónbilunum. Nú er talið av elpersónbilum 1.145 hægri, og nú er prosentparturin av elpersónbilunum komin upp á 10.











