Tepur tap til Vendsyssel og Team Sydhavsøerne

Kjartan Johansen var toppskjútti hjá Vendsyssel

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld. Bæði vóru fyri teprum ósigrum við bert einum máli.

 

Sigursrøðin hjá Pæturi Mikkjalssyni, Paula Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne var steðgað, tá suðuroyggjamenn á heimavølli taptu 33-34 fyri Midtjyllandi, ið var á odda 17-14 í steðginum.

 

Pætur og Pauli skutu eitt mál hvør.

 

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel taptu á heimavølli 31-32 fyri Norddjurs. Í steðginum var útiliðið á odda 19-14.

 

Kjartan var við seks málum toppskjútti hjá Vendsyssel í kvøld.

 

Komandi mikukvøld klokkan 19 tekur Team Sydhavsøerne móti júst Vendsyssel á heimavølli.

 

Støðan: 

 

Nr.Lið:DystirStig
1Skive1323
2Team Sydhavsøerne1520
3Aarhus HC1320
4HC Midtjylland1419
5KIF Kolding1318
6Tønder1417
7Lemvig-Thyborøn 1313
8Odder1312
9Vendsyssel1412
10Norddjurs1411
11Rækker Mølle1310
12Tik Taastrup136
13Give134
14HC Keypmannahavn133