Tøl frá Manntal 2011 vísa, at 51 % av føroysku kvinnunum í arbeiðsvirknum aldri arbeiddu niðursetta tíð í november 2011.
11 % av monnunum í arbeiðsvirknum aldri arbeiddu niðursetta tíð um sama mundi.
Talið av kvinnum, sum arbeiða niðursetta tíð er hægst í Sandoynni (61%) og lægst í Suðurstreymoy (45%).
Talið av monnum, sum arbeiða niðursetta tíð er somuleiðis hægst í Sandoynn (14%) og lægst í Norðurstreymoy (8%) 12 % av monnunum í arbeiðsvirknum aldri í Suðurstreymoy arbeiða niðursetta tíð.
Samanbera vit okkum við onnur EU lond, arbeiða 35 % av kvinnunum í Danmark niðursetta tíð, og 14 % av monnunum. Holland er einasta land í EU, sum hevur fleiri kvinnur á niðursettari tíð enn Føroyar - nevniliga 76 %. Her arbeiða 25 % av monnunum eisini niðursetta tíð.
Finland er tað norðureuropeiska landi, har fægst kvinnur arbeiða niðursetta tíð.
Kvinnur Menn
pct.
Føroyar 51,0 11,0
EU 31,7 8,7
Holland 76,6 25,9
Týskland 45,0 9,6
Eysturríki 44,3 8,6
Belgien 42,2 8,6
Stóra Bretland 41,2 11,5
Svøríki 36,4 12,4
Danmark 35,1 14,0
Finland 18,1 8,0
Portugal 13,3 8,1
Slovenien 13,0 6,9
Grikkaland 12,0 5,4
Estland 11,0 4,7
Polen 10,2 4,3
Litauen 10,0 5,3
Bulgarien 2,7 2,1