- Eg eri nokk so spentur. Tað ásannar Jóannes Vitalis Hansen, føroyskur sendimaður í London. Og tað, hann sipar til, er fólkaatkvøðan í Skotlandi um eina viku, næsta hósdag, har skotar skulu taka støðu til um teir vilja loysa frá Bretlandi ella ikki.
Sambandsvongurin hevur verið væl á odda í veljarakanningum, men munurin er tódnaður alsamt og nú ein dagin kom fyrsta veljarakanningin, sum gav loysingavonginum meiriluta. Men nú er so aftur ein veljarakanning komin, sum vísir ein lítlan meiriluta fyri sambandi.
Men harafturat eru tað 10 prosent av fólkinum, sum ikki hava tikið støðu, sigur sendimaðurin.
- So fólk eru ógvuliga spent upp á úrslitið, tí tað er so javnt ímillum tey, sum vilja hava loysing og tey, sum vilja varðveita bretska ríkið. - Tað er eingin sum veit, hvussu úrslitið verður og tí er ein ávísur fjáltur á fólki um, hvat úrslitið verður.
Stjórnin í London roynir av øllum alvi at smyrja skotar við gyltum lyftum um størri sjálvræðið og ymsum øðrum, fyri at lokka teir til at verða verandi í bretska ríkinum. Men hinvegin verður eisini roynt at ræða skotar við hóttannum um alskyns avleiðingar fyri handil, gjaldoyra og annað mangt, taka teir loysing.
Bretska stjórnin, og bretska fólkið sum heild, vil varðveita ríkið sum tað er og Jóannes Vitalis Hansen ivast ikki í, at miðvísa átakið hjá bretsku stjórnini seinastu dagarnar ger mun hjá skotum, tá ið krossurin skal setast.
- Allir flokkar hava verið saman um eina herferð, sum tey kalla Better Together og tað er eingin ivi um, at tað hevur sína ávirkan, heldur hann.
Enski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur enntá lovað skotum, at skotska flaggið skal flagga uttanfyri stjórnarbygningin í Lomdon. Tað hevur nokk ein symbolskan týdning, men tað verður neyvan tað, sum verður avgerandi, heldur føroyski sendimaðurin í London.
|