Festivalurin Iceland Airwaves er í Reykjavík um vikuskiftið, og millum tónleikanøvnini, sum fara á pall, eru fimm føroysk nøvn.
Kóboykex, Marius DC, Janus Rasmussen, Guðrið Hansdóttir og Brimheim eru føroysku nøvnini, sum fara á pall á Iceland Airwaves í Reykjavík um vikuskiftið.
Í annaðkvøld er stórt føroyskt kvøld á einum av bestu spælistøðunum á Airwaves, Iðnó, ið er gamalt sjónleikarhús. Har spæla øll tey føroysku tónlistafólkini. Umframt hetta hava tónleikararnir so eina framførslu afturat á Iceland Airwaves.
Føroysk nøvn hava áður luttikið á Iceland Airwaves.
Tað var serliga eftir Prix Føroyar kappingar, sum á sinni vóru í Føroyum, at hetta tók seg upp.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##