Føroyska landsliðið er á nýggjasta FIFA styrkilistanum komið upp á 102. pláss. Tað er tað hægsta nakrantíð, eftir at FIFA styrkilistin bleiv gjørdur í 1993. Føroyar eru farnar trý pláss upp síðani seinast.
Les eisini: Met á FIFA styrkilistanum
Við tiltikna sigrinum á Grikkalandi í Athen flutti føroyska landsliðið heili 82 pláss rætta vegin, tá FIFA styrkilistin seinast bleiv dagførdur. Tað er tað næststørsta lopið, sum nakrantíð er gjørt á FIFA styrkilistanum.
Saman við Belgia, Bhutan og Wales, hava Føroyar sett persónligt met á FIFA styrkilistanum hesaferð. Vit liggja millum Etiopia og Jordan. Týskland er framvegis nummar eitt á FIFA styrkilistanum.