Føroyskt met og bronsa

Føroyskur svimjari vann í dag bronsu í norðurlendskari meistarakapping

Systkini Ásbjørg og Alvi Hjelm bjargaðu kvøldinum fyri Føroyar, tá ið næsta umfar av finalum á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni var avgreitt í svimjihøllini í Upplands Väsby.

Hetta skrivar heimasíðan svimjing.com

Fyrst setti Ásbjørg føroyskt met og juniormet í 50 bringu, o.g síðani setti Alvi føroyskt juniormet við at vinna bronsu í 400 metra blandaðari svimjing.

Føroyingar vóru fimm ferðir í finalu í kvøld, og vórðu úrslitini hesi.

- Ásbjørg Hjelm (Ægir) 33.81 í 50 bringu (nr 8) - føroyskt met og juniormet

- Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) 1:00.43 í 100 frí (nr 8)

- Eyðbjørn Joensen (SuSvim) 59.24 í 100 firvald (nr 4)

- Emma Festirstein Nyström (HS) 5:06.08 í 400 blandað (nr 6) - persónligt met

- Alvi Hjelm (Ægir) 4:26.12 í 400 blandað (nr 3) - føroyskt juniormet og bronsu á NM 2014.