Klokkan 18 í kvøld spælir føroyska kvinnulandsliðið seinasta EM-undankappingardystin í hesari kappingini.
Dysturin verður leiktur á útivølli í Andorra.
31. mai vunnu Føroyar 4-0 á Andorra á Tórsvølli. Og okkara kvinnur hava í fýra dystum á Andorra vunnið hvørja ferð. Samlaða málúrtøkan er 16-1 til Føroyar.
Føroyar hava seks stig undan dystinum í kvøld í bólki 3. Andorra hevur einki stig. Grikkaland er fremst í bólkinum við 13 stigum, og Montenegro hevur 10 stig.
Montenegro og Grikkaland spæla í Montenegro klokkan 18 í kvøld.
Føroyska kvinnulandsliðið hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin í Andorra.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Andorra eru 9,10.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 6,15.
Miðaloddsini upp á útisigur til Føroyar eru 1,21.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##