Føroyskur motorcross-meistari í Danmark

Kappkoyring: Kenneth Danielsen úr Gøtu ger um seg við síni motorsúkklu í Danmark

13-ára gamli Kenneth Danielsen úr Gøtu ger rættiliga um seg í motorcross kappingum í Danmark.

Kenneth, sum flutti til Danmarkar saman við foreldum sínum, Johan Danielsen og Juliannu Thomsen, tá hann var seks ára gamal, hevur koyrt á motorcross síðani hann var 10 ára gamal.

Hann hevði í longri tíð plágað foreldrini hjá sær um at fáa eina motorcross, og tá hann so helt 10-ára føðingardagin fekk hann sítt ynski uppfylt, og síðani hevur hann ikki helmað í.

Hann byrjaði at koyra á bananum í Høng, har hann býr, men har kundi hann bert koyra til hann var 12-ára gamal.

Eftir tað flutti Kenneth til Svebølle Motorcrossklub og hann koyrir eisini í Midtsjællands Motorcrossklub.

Kenneth kappast nú í bólkinum við motorcrossum við 80cc. Og har hevur hann staðið seg væl. Fyri kortum var kapping í felagnum, og har vann Kenneth við fullum stigatali og er tí besti koyrarin í sínum bólki í felagnum, har hann heldur til.

13-ára gamli føroyingurin hevur eisini vunnið sær rættin til at luttaka í Danmarksmeistaraheitinum í sínum bólki. Tá hann byrjaði at koyra við motorcrossini við 80cc fyri einum ári síðani, byrjaði hann í lægsta bólkinum, í C-bólkinum, men eftir bert seks kappingar hevur hann vunnið seg upp í B-bólkin, sum gevur møguleika fyri at verða við í DM.