Fokus á sálarligt arbeiðsumhvørvi

Kunngerð um gott sálarligt arbeiðsumhvørvi verður nú send til ummælis.

Kunngerðin tryggjar, at sálarliga arbeiðsumhvørvið verður raðfest á jøvnum føti við annað arbeiðsumhvørvi.

 

– Gott sálarligt arbeiðsumhvørvi gagnar bæði starvsfólkum og arbeiðsplássum. Gott sálarligt arbeiðsumhvørvi hevur stóran týdning fyri heilsu og trivna hjá starvsfólkum, og harvið hjá øllum arbeiðsplássinum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.

 

Sambært kunngerðini, so verða greiðar reglur fyri, hvørjar skyldur arbeiðsgevarin hevur fyri at tryggja, at arbeiðsumhvørvið er væl skipað, og at hædd verður tikin fyri sálarligum avbjóðingum á arbeiðsplássinum.

 

– Eg fegnist um, at vit nú taka fyrstu stigini at bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og eg ivist onga løtu í, at tað fer at gagna øllum pørtum á arbeiðsmarknaðinum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.

 

Øll kunngerðin sæst herog hoyringarfreistin er 31. mars.