Fult umfar er í Effo-deildini ídag. Nítjanda umfar er á skrá, og harvið verður farið undir síðsta triðingin av hesum kappingarárinum. Tjúgunda umfar verður mikukvøldið. Leygarkvøldið verður steypafinalan millum B36 og NSÍ, sum síðsta mikukvøld spældu framskundaðan dyst í tjúgunda leikumfari.
Mikukvøldið vann B36 2-0 og lyfti seg við sjeynda sigrinum á rað fram á næstfremsta plássið. Víkingur er framvegis topplið – eitt stig frammanfyri B36. Hesi bæði liðini – Víkingur og B36 – bresta seinnapartin saman í Sarpugerði. Um tað í dag eydnast B36 at vinna áttanda sigurin á rað, so verður B36 nýtt oddalið.
NSÍ, sum er á triðja plássi, fær vitjan av EB/Streymi, ið – fyribils í hvussu so er – er leyst av stríðnum um at sleppa undan at flyta niður.
KÍ er á fjórða plássi. Klaksvíkingar eiga seinnapartin sera torføra avbjóðing á Skála. Skálamenn lyftu seg við 1-0 sigri í Fuglafirði fyri viku síðani longri burtur frá hóttanini av niðurflyting.
HB, sum er á fimta plássi, fær vitjan av 07 Vestur. Eftir tríggjar sigrar á rað – móti KÍ, Víkingi og NSÍ – eru tað seks stig frá HB og fram til KÍ. 07 Vestur er á niðurflytingarplássi - - fimm stig og við soltnari málmuni enn Suðringar.
Við Stórá í Trongisvági fær TB/FCS/Royn vitjan av ÍF, sum er aftast. Tað eru fjúrtan stig frá ÍF og fram til Suðringar, sum hava tjúgu stig. Seinastu tríggjar ferðirnar hava Suðringar tapt við samantalda málmuninum 0-8.
Seinnapartin verður sagt frá høgætt og minkandi vindi. Sólin fer at kaga undan viðhvørt, og tað verður fyri tað mesta turt. Hitin verður millum tíggju og trettan stig.
Nítjanda umfar
Ídag
Víkingur-B36: Dagfinn Forná kl. 15.00
NSÍ-EB/Streymur: Lars Müller kl. 15.00
Skála-KÍ: Petur Reinert kl. 15.00
HB-07 Vestur: Nermin Cisic úr Svøríki kl. 15.00
Suðringar-ÍF: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Støðan
Víkingur 36
B36 35
NSÍ 33
KÍ 33
HB 27
EB/Streymur 22
Skála 20
Suðringar20
07 Vestur 15
ÍF 6
B36 og NSÍ hava spælt nítjan dystir, og hini liðini hava spælt átjan dystir