Eingin skal halda, at tað er barnið, sum verður ættleitt, ið kostar. Útreiðslurnar stava frá umsiting, læknakanningum, ferðing og so framvegis.? ?Í Føroyum kunnu foreldur fáa kr. 50.000,- í stuðul til ættleiðing.??Væntandi politiskur vilji ??50.000 kr. er ikki nógv í dag, tá foreldur skulu rinda fleiri ferðir so nógv fyri at gjøgnumføra eina ættleiðing.? ?Fyri landskassan er hetta ikki nakar tyngjandi postur, tað mesta landskassin hevur latið var í 2005, tá lat landskassin kr. 550.000,-. Ein sera lítil byrða hjá landskassanum, samanborið við tann ómetaliga stóra týdning ættleiðing hevur fyri foreldur og samfelag. ? ?Ættleiðingarfelagið royndi í heyst at fáa landsstýrismannin í Almanna og Heilsumálum, Hans Paula Strøm, at leggja fram lógaruppskot um at hækka stuðulin til ættleiðing. Einki bleiv lagt fram av Hans Paula Strøm, og hevur hann ikki givið sína meining til kennar alment.? ?Tey við teimum lágu inntøkunum?Verður játtanin ikki hækkað, kann tað henda, at tey sum eru veikast fyri fíggjarliga í samfelagnum, og ikki kunnu útvega sær fíggjarligan stuðul, ikki fáa møguleikan at ættleiða.? ?Summi fólk velja ættleiðing framum, fyri onnur er ættleiðing einasti møguleiki at gerast foreldur. Verður hesin møguleikin tikin frá teimum, tí tey ikki eru nóg væl fyri fíggjarliga, er vandi á ferð fyri tí sum Løgmaður ávaraði um í nýggjársrøðuni, at ein nýggj samfelagsstatt verður sett til síðis, ikki einans fíggjarliga, men sum eisini vegna fíggjarlig kor eru dømd at liva uttan børn. ? ?Hetta hevur tað góða vælferðarsamfelagið ikki ráð til.? ?Meira um hetta og annað á www.hedindp.com < HYPERLINK "http://www.hedindp.com/" www.hedindp.com>