Fólk skulu hava rætt til at ganga í haganum

Í veruleikanum hava fólk ikki loyvi at ganga í haganum, men tá almenna jørðin verður einskild, skal hetta tryggjast við lóg


- Tað skal bera til hjá øllum borgarum í landinum at njóta okkara vøkru náttúru.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum.

Hann hevur nú lagt eina frágreiðingfyri landsstýrið um at einskilja landsjørðina og í tí sambandi ætlar hann at gera eina broyting, fá munnu hugsa um.

Eitt, sum nógv fólk neyvan geva sær far um, er, at eftir lógini, sum nú er galdandi, er ikki loyvt hjá fólki at ganga frítt í haganum.

- Hóast tað er siðvenja hjá flest øllum føroyingum frítt at kunna ferðast í bøi og haga, er hesin rættur ikki tryggjaður í verandi lóggávu, sigur Jacob Vestergaard.

Men hann heldur, at tað skal broytast, so at øll fáa rætt til at njóta okkara vøkru náttúru, sum hann tekur til.

Tí heldur hann, at hesin rætturin at ferðast frítt í haganum, og eisini áhugamálini innan ferðavinnu og gransking,  skulu tryggjast við lóg.

Men hesin rættur skal útinnast soleiðis, at lagt verður upp fyri áhugamálunum hjá teimum, sum eiga jørðina, soleiðis at virksemið hjá teimum ikki verður nervað óneyðugt, sigur landsstýrismaðurin.