Fólk undirmeta signalið vit senda vinum okkara

Sjálvandi skulu vit seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, og tá hampafólk aftur stýra í Russlandi vænti eg, at tey fara at takka okkum, sigur Jenis av Rana, sum helst er einasta andstøðutingfólk, sum tekur undir við landsstýrinum

– Eg havi mína greiðu meining um hetta málið, hóast eg sigi í álitinum, at eg 'taki støðu í tingsalinum.'

Tað sigur Jenis av Rana, tá vit spyrja, um hann nú hevur skift støðu til tiltøkini ímóti Russlandi. 

Men tað hevur hann ikki, vissar hann. Men flokkurin stendur ikki saman, tí tingmenninir hava hvør sína støðu, og tað virðir Jenis av Rana.

– Eg vil ikki sum formaður og sum nevndarlimur binda Steffan Klein Poulsen til nakað, tí stendur tað soleiðis, sigur Jenis av Rana.

– Men eg taki undir við landsstýrinum í hesum máli, og eg hevði fegin viljað verið við í meirilutaálitinum, men geri tað ikki, tí vit báðir tingmenninir hava hvør sína støðu, sigur hann.

Málið snýr seg í stuttum um at broyta lógina, sum sigur, at øll tiltøk í sambandi við fiskiveiðuavtaluna við Russlandi skulu í Løgtingið fyri at verða framd. Landsstýrismaðurin kann einki gera.

Hetta gjørdi undanfarna samgonga fyri at binda Jenis av Rana, sum ikki hevur somu støðu um russlands-avtaluna, sum samgongan annars.

– Ja, hatta gjørdu teir fyri at binda meg niður, tí teir vistu, hvat eg kundi finna uppá, sigur Jenis av Rana.

– Men eg eri glaður fyri, at nakað hendir nú, og at hetta verður broytt aftur. Eg vildi ynskt mær harðari tiltøk frá landsstýrinum, men hetta kortini gott, og hesum taki eg undir við, sigur hann.

Jenis av Rana sigur, at hann hevur hugt eftir tølunum í spyr.fo kanningini hjá Portal.fo leygardagin. 

– Eg føli, at eg havi fólkið í flokkinum aftan fyri meg, tí 40 prosent taka undir við hesum, og 20 prosent halda, at tiltøkini skuldu verið harðari. 30 prosent halda hinvegin, at tey kundu verið linari.

Jenis av Rana heldur, at fólk undirmeta týdningin av, at Føroyar gera tað rætta.

– Fólk undirmeta tað signalið, sum vit senda til vinir okkara, til teirra, sum vit vilja hava sum vinir okkara.

Hann greiðir frá, at onkur var til hoyringar í uttanlandsnevndini í gjár, sum setti spurningin, hvat nú, tá kríggið er av, og vit skulu byggja uppaftur sambandið við Russland?

– Eg sigi, hugsa heldur um viðurskiftini við vinir okkara í dag. Og vit vita ikki, hvør ræður í Russlandi um nøkur ár. Um tvey ára kunnu tað saktans vera hampafólk, sum stýra har, og sum fara at takka okkum fyri, at vit settu tiltøk í verk, sigur Jenis av Rana, sum helst verður einasta andstøðutingfólk, sum tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum, sum verður til aðru viðgerð í Løgtinginum í morgin.