Fólk úr 111 londum búgva í Føroyum

4,7 proset av fólku­num í Føroyum eru til­­f­lyt­arar. Fríggja­dag­in byrjar Fjøl­ment­an­ar­vik­an í Før­oy­um

 

 

 

Í døgunum 14.-21. oktober 2022 skipa Tórshavnar kommuna og Út­lend­ing­a­s­tov­an fyri Fjølmentanarviku, sum er eitt landsfevnandi átak, ið hev­ur til endamáls at fagna fjøl­ment­an í Føroyum.

 

Fjølmentanarvikan er ein ment­an­ar­vika, ið leggur upp til at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga marg­­feld­ið í føroyska samfelagnum. Tórs­­havnar kommuna og Út­lend­ing­a­stovan standa fyri tiltakinum.

 

Á ensk­um er heitið Multicultural Week. Tórs­havnar kommuna hevur áð­ur skip­að fyri Diversity Week, men í ár er átakið landsfevnandi og komm­­unur kring alt landið eru bodn­ar at luttaka.

 

##med2##

 

Endamálið við Fjøl­ment­an­ar­vik­uni er at kveikja forvitni um aðr­ar ment­­anir og styrkja sambond mill­um mentanir á ein lættan og jaligan hátt. Fjøl­mentanarvikan er fyri all­ar borgarar í Føroyum.

 

Ein hugskotsskjátta er framleidd til end­a­málið. Hugskotskjáttan er eitt savn við uppskotum til tiltøk og spøl, ið er tøk til øll at nýta. Hug­skot­s­kjáttan liggur á torshavn.fo og int­e­gration.fo og inniheldur al­skyns hugskot, ið kunnu brúkast eitt nú í einum undirvísingartíma, sum upp­­hiting í einum ítróttafelagi ella sum upplegg til kjak.

 

##med3##

 

Nógv  og fjølbroytt tiltøk eru á skránni í vikuni, so sum, fam­ilj­u­til­­tak, Mentanarstevna, dans­i­verk­stova, koncertir, World Food mat­markn­­aður, endaveistla við diskara og nógv annað.

 

Skráin er livandi, og verður dag­førd mestsum dagliga, so hvørt sum fleiri bjóða seg fram við tiltøkum. Til ber at fylgja við á: torshavn.fo og int­­e­­gration.fo.

 

##med4##

 

Hugsanin er at øll kunnu luttaka í fjø­l­­men­­t­a­n­a­r­vikuni. Til ber at lut­taka sam­an við vinum, familju, starvs­­fel­ag­um ella øðrum. Um tú hev­­ur hug at leggja eitt tiltak til rætt­­is, so ber til at senda kunning um tiltakið til: [email protected]. Um tiltakið er alment, so kem­ur tað við á yvirskipaðu skránna fyri fjøl­ment­an­ar­vikuna. Ein gra­fikk pakki liggur eisini á torshavn.fo og integration.fo til tey ið vilja markn­að­ar­føra síni tilt­øk i vikuni, ella ynskja at fagna fjøl­ment­an­ini í Før­oy­um á sosialu miðl­u­num. Øll eru væl­komin at nýta graf­­ikk­pakk­an til at gera framløgur ella leggja út mynd­ir og tilfar á sosialar miðlar.

 

##med5##

 

##med6##