Rættiliga seiglívaðar leysasøgur vilja vera við, at ein nýggjur listi afturat verður til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.
Hóast eingin av teimum fýra býráðslimunum, sum eru farin av listanum hjá Javnaðarflokkinum vilja siga nakað, so vilja leysasøgu vera við, at tey øll fýra stilla upp á einum nýggjum borgaralista, sum verður kunngjørdur um vikuskiftið.
Hóast bæði Kári Johansen og Bjørg Dam í síðstu viku avsannaðu, at tey vóru á einum slíkum lista, so bendir nógv á, at tað eru tey kortini. Kári Johansen segði, at hann hevði tikið støðu at skifta til Framsókn, og at tann støðan ikki fór at verða broytt. Men tann støðan helt ikki, tí sambært Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn, so hevur Kári Johansen tikið seg av listanum hjá Framsókn.
Bjørg Dam upplýsti, at hon ikki stillaði uppaftur, tí at hon hevði valt at raðfesta øðrvísi. Hon er forkvinna í ADHD felagnum, og tað vildi hon brúka sína orku uppá. Í dag er svar hennara stutt og greitt, at hon einki hevur at siga um tað. Hon vil heldur ikki avsanna, at hon er á einum slíku lista.
Tað ljóðar, at talan kanska verður um 17 valevni, sum stilla upp. Har eru fólk, sum áður hava stillað upp fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, onnur fólk úr Javnaðarflokkinum og fólk úr tónleikaumhvørvinum í Havn.
Fyri at fáa fólk valt í Tórshavnar býráð, so krevjast umleið 875 atkvøður. Tað ber ikki til at siga neyvt, hvat talið er, fyrr enn valið er gjørt upp. Men út frá valunum seinastu 20 árini, so hevur sperrimarkið ligið um 6,3 prosent, sum svarar til einar 875 atkvøður hesaferð.
Tá valið verður gjørt upp, so verða atkvøðutølini hjá flokkunum býtt við, 2, 3, 4 osfr. til vit hava tey 13 størstu tølini og harvið teir 13 býráðslimirnar í Tórshavnar býráð.
Um vit siga, at tey fýra úr Javnaðarflokkinum stilla upp á einum borgaralista og fáa neyvt sama atkvøðutal, sum tey fingu á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta býráðsvali, so gevur tað ein sess í býráðnum – teimum vantar tá 41 atkvøður í at fáa sess nummar tvey við atkvøðutølunum frá seinasta býráðsvali.
Spurningurin er so, hvussu sterka uppstilling ein slíkur listi kann fáa. Sum skilst ætla tey at stilla fullan lista upp.
Spurningurin er so, um persónligu atkvøðurnar hjá teimum fýra, sum eru vald fyri Javnaðarflokkin, eru so mikið leysar, at tær kunnu flytast á annan lista – ella um tær eru trúgvari ímóti flokkinum.
Greitt er, at talan er um eina uppgerð ímóti Heðini Mortensen, sum hevur verið sterki maðurin í Havn seinastu 20 árini, síðani hann kom upp í Javnaðarflokkin í 2004. Hann hevur á øllum valunum síðani havt yvir 2.200 atkøvður og hevur drigið øll tey fýra, sum nú eru farin úr Javnaðarflokkinum, inn í býráðið, fyrstu ferð tey eru vald, við sínum persónligu atkvøðum.
Higartil er greitt, at 75 fólk stilla upp á teimum listum, sum higartil eru kunngjørdir.
Framsókn hevur ikki almannakunngjørt listan enn, men sambært Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn, so stilar Súsanna Olsen, sum situr sum varafólk í býráðnum fyri Ruth Vang, upp fyri flokkin. Ruth Vang váttar eisini, at hon og hini fólkini hjá flokkinum í landsstýrinum og á tingi ikki stilla upp.
Sambært kommunuvallógini skulu valevnislistarnir vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum – og er tí freistin at lata listar inn til kommunuvalið hesaferð týskvøldið komandi klokkan 18.
Tey 75, sum higartil hava eru stillað upp til býráðsavalið í Tórshavnar kommunu, eru:
Fyri Fólkaflokkin: | |
1 |
1. Birgir Nielsen, Tórshavn |
2 |
2. Jan Vestergaard, Hoyvík |
3 |
3. Astrið Breckmann, Tórshavn |
4 |
4. Dánial Hansen, Hoyvík |
5 |
5. Annfinn Hjelm, Tórshavn |
6 |
6. Jessica Cazabon Celibashi, Tórshavn |
7 |
7. Niels Jacob Heinesen, Tórshavn |
8 |
8. Birita Lamhauge Jóansdóttir, Tórshavn |
9 |
9. Høgni Wilhelmsen, Argir |
10 |
10. Ronnie Thomassen, Tórshavn |
11 |
11. Rúni Hammer, Hoyvík |
12 |
12. Bogi í Gil. Tórshavn |
13 |
13. Leivur Simonsen |
14 |
14. Andreas Thomsen, Tórshavn |
Fyri Sambandsflokkin | |
15 |
1. Anita Heinesen |
16 |
2. Annfinn Brekkstein |
17 |
3. Arni Carlsen |
18 |
4. Bergun Kass |
19 |
5. Geir Wardum |
20 |
6. Halla Herdalur Poulsen |
21 |
7. Ingvør Skaalum |
22 |
8. Jóhan Petur Johannesen |
23 |
9. Maud Karbech Mouritsen |
24 |
10. Petur Frank Jákupsson Holm |
25 |
11. Pól Flosi Johansen |
26 |
12. Sunnvá Dahl Høgfeldt |
27 |
13. Tummas Rubeksen |
Fyri Javnaðarflokkin | |
28 |
1. Barbara Djurhuus |
29 |
2. Barbara Gaardlykke Apol |
30 |
3. Bergur Robert Dam Jensen |
31 |
4. Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk |
32 |
5. Elin Heðinsdóttir Joensen |
33 |
6. Eyðbjørg Hansen |
34 |
7. Harald Joensen |
35 |
8. Heðin Mortensen |
36 |
9. Heri Ólason Dam |
37 |
10. Høgni Rasmussen |
38 |
11. John av Reyni |
39 |
12. Kristianna Winther Poulsen |
40 |
13. Magni E. Dalsgaard |
41 |
14. Maria Hammer Olsen |
42 |
15. Milia Egilsnes Anda |
43 |
16. Robert Vilhelmsen |
44 |
17. Sára Gullfoss |
Fyri Tjóðveldi | |
45 |
1. Anja Weyhe |
46 |
2. Annita á Fríðriksmørk |
47 |
3. Bergdís Ester Gísladóttir Jensen |
48 |
4. Brandur í Dali |
49 |
5. Elsa Berg |
50 |
6. Gunnar Djurhuus |
51 |
7. Heidi Lava Elgeirsdóttir |
52 |
8. Hildur Eyðunsdóttir |
53 |
9. Jan Klein Olsen |
54 |
10. Jón Kragesteen |
55 |
11. Liljan Weihe |
56 |
12. Mads Andrias Winther |
57 |
13. Mourits Joensen |
58 |
14. Ottar í Funningsstovu |
59 |
15. Ólavur Jóannesarson Hansen |
60 |
16. Rannvá Jakobsen |
Fyri Framsókn (listin ikki klárur enn) | |
61 |
1. Súsanna Olsen |
Fyri Miðflokkin (listin ikki klárur enn) | |
62 |
1. Anna Margretha Otthamar, toymisleiðari |
63 |
2. Jens Knudsen, tónleikalærari |
64 |
3. Jenis av Rana, lækni |
65 |
4. Kári Arge Kamminga, arbeiðsmaður |
66 |
5. Matilda Sivertsen, kosmetolog |
67 |
6. Nikkel Heinesen, námsfrøðingur |
68 |
7. Rani A. Skaalum, lærari |
69 |
8. Vilhelm Hendrik í Skálanum, sølumaður |
Fyri Borgaralistan: | |
70 |
1. Katrina í Geil, Tórshavn |
71 |
2. Birita Jacobsen, Tórshavn |
72 |
3. Turið Jacobsen, Argir |
73 |
4. Guttormur í Skála, Tórshavn |
74 |
5. Axel McIntosh, Tórshavn |
75 |
6. Jóhan E. Simonsen, Tórshavn. |