Marita Dalsgaard
úr Keypmannahavn
Næstan fimti hvør dani hevur enn ikki ikki tikið støðu, um hann skal siga ja ella nei til Amsterdam-sáttmálan í dag. Nógv halda, at hetta vera alt ov ringt at taka støðu til. Tað má man eisini geva teimum rætt í, tí sáttmálin fevnir um nógv mál. Tað er neyðugt at kenna tað, sum hevur verið frammanundan, tí sáttmálin byggir á teir sáttmálarnar, sum eru grundarlagið fyri Amsterdam.
Nógvir danir ynskja ynskja eisini at Danmark fer úr ES og atkvøða tí nei. So bæði teir politikkararnir sum siga ja og teir sum siga nei tala til tey sum ynskja at fara úr ES og tey sum ynskja at vita meira um Amsterdam-sáttmálan. Tað merkir, at ES-kjakið fer fram á ymsum støði, og tað ger ikki innlitið ella avgerðina lættari.
Tá ið næstan 20 procent ikki hava tikið støðu um tey atkvøða ja ella nei og 45 procent siga ja og 35 procent siga nei, merkir tað, at tað eru tey sum enn ivast, sum avgera úrslitið. Tí var valstríðið eisini nógv um hesi tjúgu prosentini.
Fleiri fakfeløg og danski javnaðarflokkurin styðja Amsterdam-sáttmálan
Fleiri fakfeløg styðja at limunum í at atkvøða ja til Amsterdam. Tað ger danski javnaðarflokkurin eisini. Man skal eitt sindur aftur í søguna fyri at skilja, hví hesi mæla til at man atkvøður ja nú, tá ið teir mæltu til at siga nei í 1986. ì 1986 var atkvøtt um tann sosiala ES-pakkin. Hann inniber, at persónar, vørur, tænastuveitinginar og pengar kunnu flóta frítt innan fyri ES. Hann fastleggur at tað er ein fríur marknaður innan fyri ES í 1991 - tann sokallaði innari marknaðurin.
Tann danski javnaðarflokkurin og fakfeløgini vóru ímóti at kapitalurin skuldi kunnu flóta frítt, tí at tað fór at vera ringt at byrgja ímóti arbeiðsgevarunum, tá ið teir bert kundu flyta framleiðsluna frá landi til land í tí innara marknaðinum, meðan tað ongar reglar vóru um reguleringar av teimum lógum og avtalum, sum regulera øllum tí, ið liggur í kølivatninum av tí fría marknaðinum.
Tað var meiningin, at ES-pakkin skuldi viðtakast í Fólkatinginum. Men tá ið Fólkatingið segði nei, sendi Schlüter-stjórnin hann til fólka-atkvøðu. Sjálvt um allir teir vinstrasinnaðu flokkarnir og fakfeløgini mæltu til at siga nei, bleiv hann viðtikin.
Fakfelagrættindi eisini við í ES-samarbeiðið
Teir seinnu ES-sáttmálarnir hava allir havt eitt sindur fleiri reglur, sum fakfeløgini eisini kunnu brúka. Til dømis tann sokallaði sosiali sáttmálin, sum t.d. gav møguleika fyri fleirtals-avgerðum um arbeiðsumhvørvi. Tann gamla Tatcher-stjórnin blokaeraði so gott sum alt á hesum umráðnum.
Fleirtalsavgerðir hava týdning, tí um tær strangaru reglurnar bert galda í summum londum, flyta fyritøkurnar til londini sum hava veikari reglur. Tað hevur tí týdning, at øll londini í ES hava tær somu strongu reglurnar. Fakfeløgini styðja sokallaðar minimums-reglur fyri øll lond, har tað einstaka landið kann viðtaka strangari reglur.
Tann sosiali parturin av Maarstrict-sáttmálanum gav møguleika fyri at partarnir á arbeiðsmarknaðinum kunnu samtykja reglur og lógir á ES-støði. Tey tvey fyrstu dømini um hetta er, at allir borgarar í ES nú hava rætt til foreldra-farloyvi og at fólk, sum hava parttíðarstarv, skulu hava somu rættindi sum tey, ið hava fult starv.
Fleiri av teimum donsku fakfeløgunum síggja hetta sum eitt avgerandi stig móti tí mátanum, sum man eisini regulerar faklig viðurskifti við í til dømis Danmark, har partarnir kunnu avtala sínamillum, hvussu reglurnar á arbeiðsmarknaðinum skulu vera.
Fleri borgarlig siga nei til ein politiskan yvirbygning
Umframt tey sosialu viðirskiftini heldur danski javnaðarflokkurin tað vera avgerandi, at mál sum meiri arbeiði og betri umhvørvi hevur fingið tyngd í ES.
Menningin innanfyri ES við teimum ymsu sáttmálunum síðani 1986 er sum so menning av einum politiskum yvirbygningi á tær reglurnar, sum fyrr bert vóru fyri kapitalin. Men hetta hevur so samstundis gjørt, at nógv borgarlig, sum áður atkvøddu ja, tí at kapitalurin fekk tað lættari, nú atkvøða nei, tí tey ikki ynskja ein politiskan yvirbygning.
Fleiri av teimum vinstrasinnaðu hava sagt nei alla tíðina, tí at tey ikki ynskja at geva ES meiri vald á nøkrum umráði, tí tað fer at minka frælsið hjá tí einstaka landinum.