Fólkaflokkurin 9 valevnir í Suðurstreymi

Seks menn og tríggjar kvinnur á listanum hjá Havnar Framburðsfelag.

Havnar Framburðsfelag hevði seinasta uppstillingarfund í gjár. Higartil eru níggju fólk komin á listan, men arbeitt verður við at fáa fleiri á listan. 


Seks mans og tríggjar kvinnur eru á listanum hjá Havnar Framburðsfelag. Sjey av valevnunum hava bústað í Tórshavn, eitt á Argjum og eitt í Kollafirði. 


Av teimum fólkavaldu stillar Annika Olsen, landsstýriskvinna upp, meðan løgtingsmenninir Hanus Samró og Janus Rein eisini eru á listanum. Janus Rein varð tó valdur fyri Framsókn seinast. 


Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur longu boðað frá, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið.


Hesi eru uppstillaði:

- Annika Olsen, Tórshavn.
- Janus Rein, Tórshavn.
- Hanus Samró, Tórshavn.
- Sólvit E. Nolsø, Tórshavn.
- Ingvør Justinussen, Tórshavn.
- Jógvan Kristin Olsen, Tórshavn.
- Joan Neshamar, Tórshavn.
- Fróði Ó. Olsen, Argir.
- Poul Adrian í Homrum, Kollafjørður.