Fólkafloksfólk í Havn halda, at ætlanin hjá samgonguni um Eysturoyartunnilin, er heilt burturvið.
Tað er niðurstøða á fundi í gjárkvøldið í Havnar Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn.
Jógvan Poulsen, sum er formaður í felagnum, sigur, at nógvir spurningar vórðu um tunnilsloysnina hjá Kára P. Højgaard og niðurstøðan er, at felagið tekur frástøðu frá ætlanini:
Ivamálini vórðu m.a. hesi:
1) Hví spælir landstýrismaðurin ikki við opnum kortum?
2) Tolir ætlanin ikki dagsins ljós?
3) Hví hevur landsstýrismaðurin ongar treytir sett CIP?
4) Hví er tað bert CIP, sum setir treytir og krøv til Landstýrið og Løgtingið?
5) Hevur CIP skrivað lógaruppskotið og harvið dikterað Løgtinginum?
6) Hví lata tingmenn sær lynda at atkvøða í blindum?
7) Kann Landstýrið loyva sær at játta einum privatum felag milliardir í avkasti?
8) Kann Landstýrið loyva sær at lata 4 privatpersónum 200 mió.kr. í lumman næstu 20-30 árini?
9) Hvussu fáa tingmenn seg til at atkvøða fyri eini tunnilsloysn, sum er útvið 2 mia.kr dýrari enn ein almenn loysn við verandi fíggjarmarknaði?
10) Hví skal peningarenslið frá Eysturoyartunlinum partú sendast av landinum óskattað, tá peningurin kundi fíggjað allan Sandoyartunnilin?
11) Hví vilja tingmenn ikki endurtaka tvær sólskinssøgur sum Vága- og Norðoyatunnilin?
12) Hví skulu føroyingar keypa privata tunnilin aftur um 21 ár fyri ein “rímiligan prís”, tá almenna loysin kann tryggja, at hesin er útgoldin eftir 10 árum?
- Fundarfólkið undraðist á, at vinningurin av Eysturoyartunlinum skal sendast av landinum og ikki gagnnýtast í Føroyum. Hetta er at senda vælferð av landinum.
Niðurstøðan á fundinum var, at Havnar Framburðsfelag:
- Tekur frástøðu frá duldu tunnilsloysnini hjá Kára P. Højgaard.
- Tekur frástøðu frá, at samgongan roynir at keypa atkvøður frá sandoyartingmonnum fyri 150 mió.kr. úr landskassanum.
- Tekur frástøðu frá, at innlendismálaráðharrin ætlar at avmarka avgerðarrætt føroyinga yvir egnum samferðslukervi næstu 30-50 árini.
Sostatt mælir Havnar Framburðsfelag til, at samgongan viðgerð málið av nýggjum og tekur føroysk áhugamál og føroyska serfrøði við.
Myndin er av trimum fólkafloksmonnum á fundi í valfelagnum í Havn í gjárkvøldið. Frá vinstru Jógvan Thomsen, í miðjuni, Óli Breckmann og høgrumegin, Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður og formaður Fólkafloksins á tingi.