Tá uppskotið um at loyva samkyndum at giftast kemur fyri í næstum, kann tað verða ein atkvøða úr Fólkaflokkinum, sum tryggjar, at uppskotið verður samtykt.
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava annars gjørt greitt, at teir fara at atkvøða í móti. Fólkflokkurin gjørdi eisini greitt í valstríðnum, at øll valevnini hjá Fólkaflokkinum vóru ímóti at samkynd skulu sleppa at giftast.
Men tað er so mangt í Fólkaflokkinum, sum er broytt síðani tá. Annika Olsen hevur sum kunnugt skift floksstøðu sína í løgtinginum fýra ferðir síðani valið, tá hon umboðaði Fólkflokkin. Fyrstuferð tá hon meldaði seg úr Fólkaflokkinum og gjørdist uttanflokka tingkvinna. Síðani tá hon meldaði seg inn í Framsókn. Triðu ferð tá hon meldaði seg úr Framsókn 96 tímar seinni og aftur gjørdist uttanflokka tingkvinna. Og fjórðu ferð hósdagin, tá hon meldaði seg inn aftur í Fólkaflokkin.
Tað einasta, sum Jørgen Niclasen og Annika Olsen høvdu at siga fjølmiðlunum á tíðindafundinum hósdagin var, at Annika Olsen fær sessin hjá Jákupi Mikkelsen í Uttanlandsnevndini, og at tað fer at standa tinglimum Fólkafloksins frítt at atkvøða í etiskum málum.
Spurd um tað merkti, at Annika Olsen fór at atkvøða fyri broytingunum í hjúnabandslógini, sum í løtuni eru til viðgerðar í tinginum, vildi Annika Olsen ikki svara. Men sambært tí, sum Jørgen Niclasen segði, so sleppur hon tað.
Tað er mangt, sum bendir á, at full undirtøka er millum tey 16 fólkini í samgonguni fyri broytingunum. Men hartil er at siga, at øll hava ikki svarað fjølmiðlunum greitt upp á tann spurningin. Saman við leysgangaranum Sonju Jógvansdóttir, so er tað nóg mikið. Men um so er, at bara ein í samgonuni ikki tekur undir við málinum – sum altso ikki er eitt samgongumál, so kann Annika Olsen úr Fólkaflokkinum tryggja, at málið kortini verður samtykt.
Annika Olsen hevur lovað, at hon fer at atkvøða fyri uppskotinum. Tað gjørdi hon á løgtingsins røðarapalli seinnapartin 24. november.
Tá segði hon, at orsøkin til, at hon var ímóti málinum fyri valið var, at danska hjúnabandslógin loyvir samkyndum at giftast í kirkjuni, og tí tekur hon ikki undir við.
– Men hetta hava uppskotsstillararnir bøtt upp á við at leggja uppskot fyri løgtingið um, at kirkjan kann bara víga pør av hvør sínum kyni, segði Annika Olsen á tingsins røðarapalli.
Men Annika Olsen segði eisini, at við tí søguliga í huga, og við teimum menniskjavirðum, vit eiga at hava í okkara samfelag, kann hon ikki vera ímóti, at samkynd sleppa at ganga saman í borgarligt hjúnalag.