Fólkafloksreyp!

Fólkaflokkurin hevur tikið »patent« upp á skattalætta. Men vit eiga at minnast til, at tað var við Jóannesi Eidesgaard sum fíggjarmálaráðharra, og ikki við Anfinni Kallsberg, at skjøtil varð settur á og skattalætti veittur í hesum valskeiði.

Og tá Fólkaflokkurin tosar um borgarliga samgongu í fýra ár, so er hetta beinleiðis ósatt. Fólkaflokkurin hevur sitið styttra helmingin av hesum valskeiði í landsstýrinum, frá miðjum juni mánað 96.

Aftur til skattalættan. Ongin flokkur er ímóti skattalætta ? heldur ikki Javnaðarflokkurin ? og tað hava vit prógvað. So dyggiliga.

Men spurningurin er, hvat Fólkaflokkurin vil við sínum skattalætta? Fólkaflokkurin er ikki ein liberalur flokkur, og als ikki so »frílyntur«, sum hann roynir at pynta seg til. Kanska skulu vit heldur siga »falslyntur«.

Endamálið við skattalættanum hjá Fólkaflokkinum er at lækka lønirnar. Og á henda hátt at fáa innførd-an eitt slag av fjaldum arbeiðsgevarastudningi. Og staðfest er, at eitt nú reiðarafelagið hevur nevnt, at skattalættin til fiskimenn eigur at síggjast aftur í hægri hýrum. ? Og hvat er so vunnið?

Lækka lønirnar sum ein avleiðing av skattalættanum, og hetta verður gongdin yvirhøvur, so fer at mangla í landskassanum. Og hvønn og hvørji fer hetta at ganga út yvir?

Teg og meg og okkum øll. Hugsa um skúlaverkið, heilsuverkið, samferðsluna, pensiónsviðurskifti, almennar íløgumøguleikar í útjaðaranum osfr.

Og hetta er endamálið hjá Fólkaflokkinum. At lirka sonevndu lækkingina í kostnaðarstøðinum inn gjøgnum bakdyrnar.

Samstundis førir Fólkaflokkurin fram ferð eftir ferð, at hetta er neyðugt, skulu vit lívbjarga okkum í Føroyum. Hetta er beinleiðis ósatt. Amerikansku suðurstatirnir førdu fram í farnu øld, at treytin fyri búskaparligari framgongd var trælahald. Vit skulu ikki so øgiliga nógv tíggjuáraskeið aftur tí tíðina, tá Fólkaflokkurin m.a. buldraði fram við at fólkapensiónin fór at ryggbróta føroyingar sum tjóð.

Og vit sóu úrslitið av vitleysum høgrapolitikki undir Thatcher stjórnini í Bretlandi. Munurin millum tey vælbjargaðu og tey lágløntu gjørdist størri og størri hetta syndarliga skeið í bretskum politikki, og sum byrjaði tá Thatcher tók við í 79. Og samstundis gjørdist almenna støðið verri og verri, skúlaverkið, heilsuverkið v.m., eins og bretski búskapurin eisini versnaði.

Tí er neyðugt at steðga Fólkaflokkinum og teimum høgravíðgongdu. Og hetta gerst best við at velja ein sterkan Javnaðarflokk inn á løting. Tær og mær og teimum flestu at gagni.


Leif Waag Høgnesen