Danmark hevur nú meira enn seks milliónir íbúgvar

Vøksturin í danska fólkatalinum kann skyldast tilflyting, skrivar Danmarks Statistik í tíðindaskrivi.

Mtnd: Mads Jensen/Ritzau Scanpix

Fólkatalið í Danmark rakk einum hornasteini í mai og er fyri fyrstu ferð komið upp á seks milliónir fólk.

 

Nú búgva 6.001.008 íbúgvar í Danmark.

 

Tað vísa tøl frá Danmarks Statistik.

 

– Vit skulu heilt aftur til 1973, tá vit komu upp á fimm milliónir íbúgvar, og nú skulu vit venja okkum við at siga, at tað eru seks milliónir íbúgvar, sigur Jonas Schytz Juul, stjóri fyri fólkahagtøl hjá Danmarks Statistik, í tíðindaskrivi.

 

Fólkavøksturin kann skyldast tilflyting, heldur hann fram.

 

 

 

/Ritzau/

 

Mtnd: Mads Jensen/Ritzau Scanpix