Fólkatingið stuðlar føroyskum IOC limaskapi

Fólkatingið heitir á IOC at loyva Føroyum og Grønlandi at kappast undir egnum fløggum

Fólkatingið hevur nú alment heitt á Altjóða Olympisku Nevndina (IOC) um at geva Føroyum og Grønlandi møguleika at luttaka í Olympisku Leikunum undir egnum fløggum.

 

Tað sigur Fólkatingið í tíðindaskrivi.

 

Málið varð umrøtt, tá formansskapur Fólkatingins fyrr í juni luttók á fundi hjá Kontaktnevndini í Føroyum. Á tí grundarlagi hevur nevndin nú sent IOC eitt bræv, har hon mælir til, at føroyskir og grønlendskir íðkarar sleppa at umboða síni lond undir Merkinum og Erfalasorput, um tey vinna sær olympiska luttøku.

 

– Talan er um lond við sterkum og sjálvstøðugum ítróttarligum samleika. Formansskapurin ynskir at stuðla einum máli, sum hevur sera stóran týdning fyri íðkarar úr Føroyum og Grønlandi, ið droyma um at kappast á størsta altjóða pallinum undir egnum fløggum, sigur Søren Gade, formaður í Fólkatinginum.

 

Í skrivinum verður víst á, at bæði Føroyar og Grønland hava prógvað, at tey megna at kappast á høgum altjóða stigi. Sum dømi verða nevnd luttøkan hjá Føroyum í EM-endaspælinum í hondbólti í 2026 og luttøkan hjá grønlendskum íðkarum í Vetrar-OL sama ár.

 

Formansskapurin vísir eisini á, at sjálvstøðug olympisk luttøka hevði verið eitt natúrligt framhald av ynskinum hjá Føroyum og Grønlandi um at styrkja sína altjóða luttøku.

 

Longu í dag eru bæði lond limir í fleiri altjóða ítróttarsambondum. Millum annað eru bæði limir í Altjóða Hondbóltssambandinum (IHF), meðan Føroyar harumframt eru fullgyldugur limir í bæði UEFA og FIFA.

 

Málið um føroyska olympiska luttøku hevur verið á breddanum í nógv ár. Í dag kunnu føroyskir íðkarar bert luttaka í Olympisku Leikunum, um teir umboða Danmark.