Fólkatingslimir vitja í Klaksvík

Endamálið við ferðini er at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskiftir

Limir í danska Fólkatinginum eru í hesum døgum í Føroyum á vitjan. Í dag var Karl H. Johansen, borgarstjóri, vertur fyri teimum í Klaksvík. Endamálið við ferðini er at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskiftir.

 

Vitjanin í Klaksvík byrjaði í býráðshúsinum, har tey fingu eina framløgu um Klaksvíkar kommunu. Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga fyri økinum og spurdu eitt nú nærri um fólkavøkstur, um íløgur og hvørjar avbjóðingar kommuna hevði.

 

Fólkatingslimirnir fóru síðan at vitja Christianskirkjuna, har Hanus á Gørðum, prestur, tók í móti teimum. Aftaná hetta skuldu tey vitja útibarnagarðin, Fjallafípuna, sum er eitt serligt tilboð til 6 ára gomul børn, áðrenn tey fara í skúla. Í kvøld hava donsku gestirnir vitjað ítróttarøkið, áðrenn tey fingu eina rundsýning á kósavirkinum. Ferðalagið telur í alt 14 fólk.

 

(Tekstur og mynd: Klaksvíkar kommuna / klaksvik.fo)