Follin væl til

Nýggi landsliðsmaðurin kennir seg bara heilt væl millum nýggju liðfelagarnar á landsliðnum

 

Christian Høgni Jacobsen er annar av nýggju monnunum, sum eru á landsliðnum hesu ferð.

Sjálvur var hann heldur bilsin um, at hann nú hevur fingið møguleikan, tí hóast nakað av skriving hevur verið um NSÍ leikaran sum landsliðsevni, so trúi hann tí ikki rættiliga.


Nú hevur hann tó fingið møguleikan, og sjálvsagt vónar hann, at hann eisini kann fáa eina løtu á vøllinum leygardagin.

- Eg havi ikki fingið ábendingar um nakað sum helst frá landsliðsvenjaranum, men sjálvandi vóni eg, at eg sleppi á vøllin, sigur spælarin.

Um ferðina sjálva heldur hann annars, at hetta at venja við landsliðnum er sera hugaligt.?

- Sjálvandi er ferðin nógv hægri, enn man er vanur við, men alt tað skal nokk eisini ganga.

- Eg eri eisini fallin væl inn saman við hinum lekarunum í hópinum. Teir, sum spæla uttanlands, havi eg sjálvsagt ikki spælt ímóti, men heimligu leikararnar kenni eg eitt sindur frá landskappingini, so tað hevur avgjørt ikki verið nakar trupulleiki í so máta, sigur Christian Høgni Jacobsen at enda.