Maðurin sigur, at hann bert vardi seg sjálvan, og at hann ikki bara stakk einaferð. Maðurin, sum bleiv stungin, varð innlagdur við einum punkteraðum lunga. Skaðin var so álvarsamur, at um hann ikki kom undir læknahond, hevði hann verið í lívsvanda.
Tann 42 ára gamli maðurin ásannar, at hann var fullur, tá tilburðurin fór fram. Fimm aðrir menn vóru eisini til staðar, men teir flestu vóru ávirkaðir av rúsdrekka.
Tann varðhaldsfongslaði maðurin er gamal kenningur hjá løgregluni og hevur einar tíggju aðrar skuldsetingar á sær, og tær verða allar viðgjørdar í senn. Maðurin er m.a. skuldsettur fyri stuldur, innbrot og fyri at hótta annan persón eftir lívinum.