Dagny Joensen
Jógvan Andreasen segði, at rætturin bert hevði frágreiðingarnar frá teimum báðum pørtunum at halda seg til, men tók frágreiðingina hjá órættaðu gentuni sum grundgeving fyri, at ákærdi í mai-juni seint á kvøldi lokkaði órættaðu inn í íbúð sína við at siga, at hann hevði nakað álvarsligt at tosa við hana um.
Í fyrstuni tosaðu tey um vanlig mál, men síðani byrjaði ákærdi at gera seg inn á gentuna, sum royndi at sleppa til rýmingar tvær ferðir.
Rætturin segði, at John Petersen hevði brúkt makt til tess at forða gentuni í at rýma, og at gentan hevði orsøk at halda, at hann kundi brúka meira makt.
John Petersen var dømdur sekur í neyðtøku sambært grein 216, stk.1 í revsilógini og var dømdur 10 mánað fongsulsrevsing.
Harnæst skal John Petersen gjalda 30.000 krónur í skammbót til órættaðu eins og 25.000 krónur til verjan, sum skulu fella til gjaldingar áðrenn 14 dagar.
10 mánað fongsul er vanlig revsing fyri mál av hesum slag.