Ein maður er nú dømdur at sita í fongsli í fýra mánaðir fyri hóttanir og annað
Tilsamans varð hann ákærdur fyri fyra lógarbrot Fyrst varð hann ákærdur fyri at hótta eina kvinnu, sum var í sama húsi sum hann. Hann hótti við geva henni bank og lyfti knýttan nevan upp fyri andlitið á henni.
Í hesu sambandi varð hann eisini ákærdur fyri tvingsilstøku, tí sambært ákæranum tordi kvinnan ikki út úr rúminum fyri manninum. Men maðurin varð ikki dømdur fyri tvingsilstøku. Kvinnan hevði onki sagt um, at hon ikki tordi út fyri honum og tí kundi tað ikki prógvast, at hann var greiður yvir tað. Hinvegin varð hann dømdur fyri at hava hótt kvinnuna.
Síðani varð hann eisini ákærdur fyri at hava sett seg í samband við eina aðra kvinnu, sum hann var dømdur at halda seg frá. Maðurin segði, at hann helt, at tíðin, hann hevði fingið forboð ímóti at seta seg í sambandi við kvinnuna, var farin. Tað var hon ikki, so tað varð hann eisini dømdur fyri.
Men álvarsligasta ákæran var sett framm á Almannastovuni, har hann hevði hótt við at skjóta manninum, hann leigaði frá, eina kúlu fyri pannuna og at fylla hann við høglum.
Les eisini: Eg skal seta byrsuna móti pannuni á tær og fylla høvdið við høglum
Tilsamans varð maðurin dømdur at sita í fýra mánaðir í fongsli.
Ein orsøk til, at dómurin varð so harður, er, at maðurin hevur fleiri aðrar dómar í viðførinum fyri onnur lógarbrot, sum líkjast hesum
Í næstu viku skal hann aftur í rættin, har hann er ákærdur fyri innbrot.
|