Fongsul og útvísing fyri at stjala mat

Tveir russar fingu í Føroya rætti í gjár 14 daga fongsulsrevsing og at verða vístir av landinum. Dómurin var fyri tjóvarí. Alt tjóvagóðsið kom aftur í aftur

- Viðferðin, sum hesir menninir hava fingið, er í andsøgn við, hvussu fittir føroyingar eru, tá ið teir fara umborð á russisk skip á jólum og bera teimum mat.
So bersøgin var advokaturin Poul Hansen í Føroya rætti í gjár, eftir at Føroya rættur hevi dømt tveir ungar russar fyri tjóvari. Poul Hansen var verji hjá øðrum manninum.
Fleiri russisk skip liggja við bryggju her og har. Manningarnar keða seg, og á fleiri skipum er kosturin bæði lítil og vánaligur.
Eitt av hesum skipum var Kaptain Petrimov, sum í vikur hevur ligið í Ánunum.
Mánadagin vórðu tveir av manningini meldaðir fyri stuldur, handtiknir, vóru í grundlógarhoyri og hava sitið varðhaldsfongslaðir til í gjár, tá ið teir komu fyri rættin.

Ymsa staðni
Ákæruritið fevndi um seks ymiskar stuldrar. Teir høvdu verið í Rúsuni í Klaksvík og tikið vín, Í FK og tikið matvørur og toilettvørur, ítróttarklæðir í einum handli, eina fartelefon í Telebúðini, knívar í einum handl, og í einum øðrum handli høvdu teir tikið matvørur.
Hetta var tað, sum Karen-Marie Olesen, fúti førdi fram sum ákæri.
Annar maðurin noktaði at hava framt nakran stuldur, men hin viðgekk alt uttan stuldurin í Rúsuni og í FK. Hann segði eisini, at teir høvdu verið báðir um tað.
Ákæran um stuldur í Føroya Keypsamtøku varð slept, ti eingi prógv vóru fyri nøkrum stuldri.

Vánaligur kostur
Hinvegin varð nógv gjørt burturúr, at menninir fleiri ferðir høvdu verið í Rúsuni í Klaksvík. Tvey vitni, tvey starvsfólk í Rúsuni vórðu kallað inn, og harafrat vórðu nakrar upptøkur frá vakmyndartólunum í handlinum vístar.
Maðurin, sum játtaði at hava stolið, segði í rættinum, og teir høvdu gjørt hetta, tí teir fingu so vánaligan mat umborð. Hinar lutirnar høvdu teir tikið fyri at hava teir heim við sum gávur.
Vitnini úr Rúsuni søgdu, at tað var atburðurin hjá monnunum, sum gav illgruna um, at teir stjólu. Tí høvdu tey eyga við monnunum. Ein dag sá eitt starvsfólk annan av hesum báðum russarunum taka eina lítla ínfløsku, og hon fór út í tún aftaná honum og tók fløskuna úr lummanum. Tær báðar kvinnurnar í Rúsuni vóru sannførdar um, at teir báðir høvdu tikið annað tað vikuna, tí fløskur voru horvnar. Hin maðurin hevði keypt og goldið, eins og fleiri aðrir av skipinum høvdu gjørt.
Tann dagin, tá ið annar av monnunum varð tikin við vínfløskuni í lummanum, hevði eiðarin ringt til politiið, men tað bar kki til at fáa politiið at koma beinanvegin, tí hetta var langt út á seinnapartin, og bara politiið í Havn svaraði.
Tá so annar maðurin kom inn at avreiða fløskur mánadagin eftir, ringdi hon til politiið. Hon vildi vera við, at ein av fløskunum, sum maðurin avreiddi, var ein stolin fløska. Til hetta svaraði russarin, at fløskurnar hevði hann funnið umborð á skipinum.

Tóku matvørur
Sama dag sum Rúsan meldaði stuldurin, meldaði eigarin av matvøruhandlinum beint við síðuna av eisini menninar fyri stuldur. Hesin maðurin vitnaði eisini.
Hann hevði sæð annan russan koyra okkurt í lummarnar, hann fór aftaná og tók ymiskar matvørur úr lummum hansara. Síðan tók hann ryggsekkin av hinum russaranum, kannaði ryggsekkin, men har var einki tjóvagóðs at finna. Eitt kartong av róma var horvið úr bilhúsi hansara, varnaðist hann aftaná.
Handilsmaðurin varð biðin at koma á politistøðina at peika út, hvørjar vørur vóru úr hansara handli, og soleiðis fekk hann alt aftur.
Hinir handlarnir fingu eisini alt sítt aftur.
Ákærin helt, at tað vóru herandi umstøður, at teir høvdu verið tveir um stuldrarnar, sum vórðu framdir yvir fleiri dagar. Hon vildi hava fongsusrevsing og útvísing.

Alt kom aftur
Verjin Poul Hansen helt ákæran fara alt ov langt. Hann kundi ikki krevja frídøming, tí maðurin, su hann vardi, hevði játtað seg sekan í fýra av teimum seks ákærunum. Lítla vínfløskan, sum hann hevði tikið, var ikki verd meira enn 30 krónur. Alt varð eisini komið aftur.
Viðferðin, sum hesir menninir fáa, er í andsøgn við, hvussu fittir føroyingar eru á jólum, tá ið fólk fara umbroð á russisku skipini at bera teimum mat. Vit sóla okkum allan desember mána í góðsku, segí Poul Hansen.
Hann helt, at menninir áttu at sloppið við eini lítlari bót. At krevja fongsul helt hann vera vitleyst, tí teir høvdu sitið varðhaldsfongslaðir í eina vika, og tað mátti verið ríkiligt, helt hann og helt hetta vera lítið at útvísa menninar fyri.
Poul Hansen kom inn á at gera mannamun.
- Eg eri sannførdur um, at samfelag okkara hevði ikki soleiðis við norðurlendingum ella es-borgarum, sum tað er farið við hesum russunum, segði Poul Hansen.