– For galið at kvinnur í Føroyum ikki hava fría fosturtøku

Tveir danskir ungdómspolitikarar rópa varskó í lesarabrævi

– Føroyar eiga at innføra fría fosturtøku.

Soleiðis siga donsku Luna Solhave og Emil Nørrevang, sum eru ávikavist formaður og næstformaður fyri Venstre Ungdom, í lesarabrævi á Jyllands Postinum.

– Fyrst og fremst halda vit tað vera fullkomiliga ósømiligt, at føroyskar kvinnur ikki kunnu fáa fría fosturtøku. Tað er at gera mismun á kvinnum í ríkisfelagsskapinum, og tað hvørki kann ella skal góðtakast, siga ungdómspolitikararnir, sum halda tað vera viðkomandi at taka Føroyar og Grønland við, tá kjakast verður um fosturtøku í Danmark.

Í Grønlandi er frí fosturtøka, men har eru tað for nógv, sum fáa sær fosturtøku, meina tey og vísa á tøl, sum siga, at meira enn helvtin av øllum graviditetum enda við fosturtøku.

– Okkurt má vera galið, um talið av fosturtøkum er hægri enn talið av føðingum, siga Luna og Emil, sum vóna, at okkurt kann gerast fyri at minka um hesi tølini.

Yvirhøvur ynskja hesir ungdómspolitikararnir, at kjakið verður tikið upp, soleiðis at kvinnur í Føroyum í framtíðini eisini kunnu fáa fría fosturtøku, eins og kvinnur í restini av ríkisfelagsskapinum kunnu.

– Av tí at Føroyar hava yvirtikið málsøkið, kann Danmark ikki gera nógv annað enn at taka eitt felags prát í ríkisfelagsskapinum um fosturtøku, siga tey.

– Vit meina, at tað er avgerandi fyri eitt fólkaræði, at mann eisini torir at snakka um tey tingini, sum eru ringast at snakka um.

Les eisini: Abort er ikke kun et dansk spørgsmål: Hvis vi skal diskutere abort, må vi ikke glemme Færøerne og Grønland