Tað var keðiligt at vakna sunnumorgunin hjá Johan í Kollafirði.
– Sunnumorgun havi eg líka ringt við at vakna sum øll onnur. Tá eg so komi upp og síggi, at bilur mín er burtur og seinni fái at vita hvar hann er, so oyðilegðist dagurin fullkomiliga, sigur Johan í Kollafirði, hvørs bilur varð stolin leygarkvøldið, og síðani brúktur til off-road koyring á vøllinum uttan fyri Føroya Læraraskúla.
Bilurin stóð uttanfyri hjá Johan. Hann hevði ongar plátur, var í ringum standi og lykilin lá í handskarúminum. Sunnumorgunin stóð bilur á Læraraskúlavøllinum, í sera ringum standi og við lyklinum í.
– Tað undrar meg faktiskt, at tey yvirhøvur hava fingið bilin at starta, sigur Johan í Kollafirði.
Eydnubilurin
Hesin fitti reyði Golf var Johan í Kollafirði sera glaður fyri.
– Hetta var mín eydnubilur. Vit kallaðu hann jólagávan, tí eg hevði ætlað at málað eina gula strípu allan vegin aftur eftir bilinum, eina gula strípu tvørtur um og síðani seta eina sloyfu á takið. Men so skuldi ikki vera, ásannar Johan í Kollafirði harmur.
Ikki minni harmiligt er, at bilurin júst hevði verið til sín, og eisini orðna fleiri ting fyri at blíva koyriklárur.
– Ein rútur hevði eina sprekku á, so tann rútin hevði eg júst skift út. Men nú eru allir rútarnir knústir, og tað er forbankað keðiligt.
– Nú er bilurin ongin jólagáva longur, heldur er hann tað beint øvugta, sigur hann.
Skilir skálkarnar
Í morgun hevur Johan fingið boð frá løgregluni um, at bilurin skal flytast. Og sjálvandi skal hann tað, heldur Johan eisini, men vísir á, at tað ikki verður nøkur løtt uppgáva hjá honum.
Johan í Kollafirði sigur, at hann gleðir seg at finna skálkarnar, sum hava tikið bilin hjá honum og oyðilagt hann, tí so kann hann fáa endurgjald fyri bilin. Men samstundis sum Johan í Kollafirði sigur hetta, so sigur hann seg eisini skilja skálkarnar.
– Um eg eisini skuldi stolið ein bil, so hevði eg nokk gjørt sum teir. Fari og tikið ein gamlan bil og oyðilagt okkurt á skúlanum, sum eg sjálvur hevði gingið á.
Billeysur á jólum
Nú bilurin stendur oyðilagdur uttan fyri Læraraskúlan og Johan í Kollafirði er billeysur á jólum. Tað er ein serstakliga keðilig støða at vera komin í.
– Eg standi púrasta á berum her. Eg veit onki, um hvør kann hava gjørt hetta, sigur Johan í Kollafirði og harmast. Tó er tað ein uggi hjá honum, at uppkláringararbeiði er farið í gongd.