Forboðið at seta bil á keiina á Tvøroyri

Arbeiðumstøðurnar á havnarlagnum eru ótlandi tí bilar standa allastaðni

Tvøroyrar Býráð arbeiðir í løtuni við einum uppskoti um at seta bann fyri at seta bilar á havnarlagnum á Tvøroyri.

Tað eru vinnuvirki á keiini, sum hava sett seg í sambandi við býráðið og kært seg um, at arbeiðsumstøðurnar eru heilt ótolandi á havnarlagnum, tí bilar standa allastaðni. Ikki minst eru umstøðurnar blivnar truplar síðani tey eru farin at brúka 40 fót bingjur, ið eru tvær ferðir so stórar, sum tær 20 fót bingjur, sum blivu brúktar fyrr. Á havnarlagnum eru fleiri vinnuvirki. Nevnast kunnu Føroya Fiskavirking, Delta Seafood, Rich. B. Thomsen, T.F. Thomsen, Skipafelagið umframt Havnarskrivstovan.

Nevnt hevur verið at rættast var at banna bilum at standa á øllum havnarlagnum. Men tað halda onnur er at gera ov nógv av. Tey halda, at sleppa bilar ikki at standa á havnarlagnum, skulu teir standa onkra aðrastaðni, so trupulleikin verður bara fluttur. Býráðið samtykti so at enda at taka upp fund við vinnuvirkini á keiini, og formannin í ferðslunevndini, Poul Poulsen, politist, um, hvat frægast er at gera.