Ford er mest seldi bilur í Føroyum

Tað vísa hagtøl frá Akstovuni, sum hevur gjørt støðuna upp viðvíkjandi sølu av nýggjum bilum fyrstu tíggju mánaðirnar í ár.

 

Ford liggur á odda, tí føroyingar hava keypt 290 nýggjar Ford bilar higartil í ár. 

Næst Ford er Volkswagen, sum hevur selt 257 nýggjar bilar og síðani Toyota, sum hevur selt 231 nýggjar bilar.

Tey 10 mest seldu bilmerkini higartil í ár eru:

##med2##

Akstovan hevur eisini gjørt upp søluna í oktober mánaði, og har er støðan tann sama. Ford liggur á odda, tí seldir eru 28 nýggir Ford bilar í oktober.

Næstur er Volkswagen, sum hevur selt 23 nýggjar bilar í oktober, og síðani Toyota á triðjaplássi við 20.

Tey 10 mest seldu bilmerkini í oktober eru hesi:

##med3##