Politiken skrivar, at danska stjórnin hevur tikið prinsipiellu avgerðina, og hon er, at Danmark fer ikki at leggja seg ímillum, um føroyar stevna ES fyri havrættardómstólin hjá WTO.
Við hesum kann Danmark í veruleikanum koma í eina støðu, har tey eru partur av sakarmáli móti ES, og tað er ein sera óvanlig støða, sigur Lars Bracht Andersen, sum er lektari á Aarhus Universitet og serfrøðingur í altjóða havrætti.
- Hetta verður ikki minni óvanligt av, at Danmark í veruleikanum verður partur av eini stevning, har Danmark eisini er mótparturin, sigur Lars Bracht Andersen við Politiken.
Hann leggur tó afturat, at hetta er ein náttúrlig støða hjá Danmark at hava, tí í aðrar mátar vildi tað merkt, at Danmark ikki góðtekur eina støðu, har partur av ríkisfelagsskapinum – nevnliga Føroyar og Grønland – ikki eru partur av ES.